Málið um punktónleikabólkin Pussy Riot hevur vakt ans kring allan knøttin. Í stuttum snýr málið seg um, at tríggir limir í tónleikabólkinum Pussy Riot vórðu handtiknir og settir í geglið í august í fjør, eftir at tær høvdu framført í eini kirkju í Moskva. Pussy Riot hava funnist at stýrinum hjá Vladimir Putin – og tey eru mong, sum síðani handtøkuna í august í fjør hava ført fram, at tað er hetta, sum handtiknu limirnir í Pussy Riot nú eru dømdar fyri - at finnast at og at seta spurnartekin við Putin og hansara stýri. Talan er um tríggjar kvinnur, Maria Alekhina, Ekaterina Samutsevich og Nadezhda Tolokonnikova, sum allar fingu hvør sín dóm áljóðandi tvey ár.
Seinasta gongdin í málinum er, at Nadezhda Tolokonnikova er horvin, meðan russisku fongsulsmyndugleikarnir hava havt ábyrgdina av henni.
Tað var tann 22. oktober, at Nadezhda Tolokonnikova skuldi flytast frá einum fongsli til eitt annað. Hon er ikki sædd síðani. Amnesty International stúrir fyri støðuni hja Nadezhda Tolokonnikova, tí fongsulsmyndugleikarnir vilja ikki upplýsa hvar hon er.
Fongsulsmyndugleikarnir hava ikki skyldu til at upplýsa hvar ein fangi er, so leingi hann verður fluttur frá einum fongsli til eitt annað. Og familja hjá Nadezhda Tolokonnikova hevur ikki krav upp á at vita hvar hon er, fyrr enn tíggju dagar eftir at hon er komin upp á pláss í nýggja fongslinum. Sakførarin hjá Nadezhda Tolokonnikova stúrir fyri, at myndugleikarnir gera sær dælt av hesum fyri at ræða Nadezhda Tolokonnikova og familju hennara.