- Náði rík er har á Golgata

At útimøti er á Ebenezertrappuni á ólavsøku er eins víst og amen í kirkjuni. Aftur í ár fylti Ebenezerkórið miðbýin við sangi og talu.

Nógv við ólavsøkuni er broytt gjøgnum ár og dag. Tivoliøkið, konsertir og matstovur flyta og rokera, men útimøtið hjá brøðrasamkomuni í Ebenezer hevur verið fastur táttur á Ebenezertrappuni í mannaminni.

 

- Náði rík er har á Golgata, fyrigeving fyri syndina; friður er har fyri sálina á Golgata, ljóðaði tað, tá mannamúgvan sang.

 

Fleiri fólk vóru komin oman at lýða á sang og talu. Tey stóðu runt um springvatnið og yvir ímóti Handilskjarnanum. Sanghefti vóru givin út, so fólk kundu syngja nógvar av teimum góðu gomlu songunum saman við tí altíð vælsyngjandi Ebenezerkórinum. Tað einasta, ið forstýraði viðhvørt, var ein tyrla, sum fleyg uppiyvir og doyvdi sangin lítlar løtur.

 

Møtið vardi í ein tíma og umframt felagssang og kórsang vóru eisini fýra talur. Teir, ið talaðu, vóru Johann Petersen, Niels Johannessen, Einar Vang og Svenning á Lofti. Í annaðkvøld verður útimøti aftur á Ebenezertrappuni kl 21.