Løgreglan í Lima hevur nýtt táragass ímóti fólki, sum mótmæla náðing av fonglsaða fyrrverandi forsetanum.
Fleiri túsund peruanar mótmæla kring alt landið, at fyrrverandi forsetin, Alberto Fujimori, er latin leysur úr fongsli.
Tað er forsetin í Peru, Pedro Pablo Kuczynski, sum jóladag gjørdi av at náða fyrrverandi forsetan. Tað hendi við ávising til heilsuna hjá Fujimori, varð sagt av forsetaskrivstovuni.
Avgerðin er ikki vælumtókt millum peruanar, sum í gøtunum í Lima rópa ókvæmisorð eftir forsetanum og biðja hann leggja frá sær.
– Náðingin skal takast aftur, rópa mótmælisfólkini, sum eisini kalla forsetan »svíkjara«.
– Stríðið ímóti Fujimori er eyðkennið av einum heilum ættarliði, sigur Marco Sifuentes, ein journalistur í Peru, sum var á staðnum millum mótmælisfólkið.
79 ára gamli Alberto Fujimori varð leygardagin fluttur við sjúkrabili til eitt sjúkrahús úr fongslinum, har hann situr dóm upp á 25 ár.
Hann er dømdur fyri at bróta mannarættindi, fyri mutur og fyri at geva boð um likvideringar í síni tíð sum forseti millum 1990 og 2000.
Pedro Pabli Kuczynski, forseti, hevði frammanundan sagt, at talan er um eina »læknaliga náðing«. Tað er ikki ein náðing fyri tey brotsverk, sum Fujimori er dømdur fyri.
Higartil eru tríggir politikarar farnir úr flokkinum hjá Kuczynski eftir avgerðina.
Harvið hevur avgerðin ført til eina nýggja stjórnarkreppu. Forsetin er nýliga sloppin undan at verið feldur av eini muturgølu.
/ritzau/Reuters