Fólkaskúlanæmingar eru í dag farnir til arbeiðis í løgtinginum. Endamálið er at geva ungdóminum innlit í fólkaræðið. Men politikkarirnir sjálvir fáa eisini nakað burturúr, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.
Tey 33 løgtingsfólkini, sum dagliga stjórna okkara landi, hava frí hesar dagarnar. Løgtingsformaður, Páll á Reynatúgvu, hevur nevniliga bjóðað fólkaskúlanæmingum úr øllum landinum til arbeiðis í løgtinginum.
Hetta er eitt átak, sum hevur verið kent í grannalondum okkara í nógv ár, og í Føroyum er tað roynt 5 ferðir áður. Eitt átak, sum hevur til endamáls at vekja áhugan fyri politikki millum tey ungu.
- Eg vóni, at næmingarnir síggja, at teirra hugskot kunnu gerast til veruleika. Soleiðis kunnu vit kanska fáa kveikt áhugan fyri politikki longu á ungum aldri, sigur Páll á Reynatúgvu.
Frá hugskot til lógarbroyting
Hóast endamálið við átakinum er at vekja politiska áhugan hjá teimum ungu, gongur íblásturin báðar vegir.
- Tað er stórur aldursmunur á okkum og hesum næmingum, og tískil er tað eisini ymiskt, hvat rørir seg millum hesar báðar bólkar. Men vit lurta við stórum áhuga eftir teimum ungu og teirra hugskotum, tí á tann hátt kunnu vit fáa innlit í, hvat rørir seg í Føroyum, sigur løgtingsformaðurin.
Páll á Reynatúgvu nevnir eisini, at tað fleiri ferðir er hent, at løgtingslimir eru farnir víðari við hugskotum, sum næmingar hava lagt fram í Ungdómstinginum.
Í 2013 broytti Innlendismálaráðið ferðslulógina, soleiðis at 15-ára gomul nú hava loyvi at koyra prutl. Henda lógarbroyting var upprunaliga eitt hugskot hjá ungdómstinginum, og hetta nevnir Innlendismálaráðið eisini í uppskoti teirra.
Tað eru næmingar úr Vágs Skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar Skúla, Skúlanum á Fløtum og Nám X sum manna Ungdómstingið, og tey viðgera millum annað valrætt, rúsdrekkalóg, fosturtøku og undirsjóvartunnil.
Myndir: Àlvur Haraldsen
Kelda: Logting.fo