Nærkast metinum fyri málleysar dystir

HM 2022: Í dag kom fjórði málleysi dysturin í hesum endaspælinum. Metið er sjey málleysir dystir og tað eru bara spældir 16 av 64 dystum

Dysturin millum Uruguay og Suðurkorea endaði við málleysum javnleiki. Hetta er fjórði málleysi dysturin í hesum endaspælinum. Metið er sjey málleysir dystir og tað eru bara spældir 16 av 64 dystum.

 

Tað skal sigast, at dysturin ikki var óáhugaverdur. Bæði liðini spældu við nógvari orku og vóru í stundum í góðum støðum, men fyri uttan einastakar málmøguleikar, so brendi tað sjáldan á. Uruguay stútaði og skjeyt á stongina, meðan Suðurkorea brendi ein stóran málmøguleika, eftir gott flatt innlegg. Skotið fór uppum.

 

Helst kunnu bæði liðini siga, at tey komu væl frá uppgávuni. Kanska Uruguay var favorittur og tí verður bitið størri merki í, at Suðurkorea megnaði at spæla so væl við. David Nielsen, fyrrverandi FCK áleypari og fyrrverandi venjari hjá AGF, helt fyri at flytingarnar hjá Suðurkorea vóru á høgum stigi.

 

Her er eitt yvirlit hjá heimasíðuni ”90min.com”, sum vísur talið av málleysum javnleikum til hvørt endaspæl.

 

1930 - 0

 

1934 - 0

 

1938 - 0

 

1950 - 0

 

1954 - 0

 

1958 - 2 (Sweden vs Wales, Brazil vs England)

 

1962 - 2 (Brazil vs Czechoslovakia, Hungary vs Argentina)

 

1966 - 3 (England vs Uruguay, Mexico vs Uruguay, Argentina vs West Germany)

 

1970 - 3 (Mexico vs Soviet Union, Uruguay vs Italy, Israel vs Italy)

 

1974 - 5 (Australia vs Chile, Brazil vs Yugoslavia, Scotland vs Brazil, Sweden vs Bulgaria, Netherlands vs Sweden)

 

1978 - 6 (West Germany vs Poland, West Germany vs Tunisia, Brazil vs Spain, Netherlands vs Peru, Italy vs West Germany, Argentina vs Brazil)

 

1982 - 7 (Italy vs Poland, Peru vs Cameroon, Poland vs Cameroon, Yugoslavia vs Northern Ireland, Soviet Union vs Poland, West Germany vs England, Spain vs England)

 

1986 - 4 (Scotland vs Uruguay, Morocco vs Poland, England vs Morocco, West Germany vs Mexico)

 

1990 - 5 (Uruguay vs Spain, England vs Netherlands, the Republic of Ireland vs Egypt, the Republic of Ireland vs Romania, Argentina vs Yugoslavia)

 

1994 - 3 (South Korea vs Bolivia, Republic of Ireland vs Norway, Brazil vs Italy)

 

1998 - 4 (Paraguay vs Bulgaria, Spain vs Paraguay, Netherlands vs Belgium, Italy vs France)

 

2002 - 3 (France vs Uruguay, Nigeria vs England, Spain vs South Korea)

 

2006 - 7 (Trinidad & Tobago vs Sweden, Netherlands vs Argentina, Mexico vs Angola, Japan vs Croatia, France vs Switzerland, Switzerland vs Ukraine, England vs Portugal)

 

2010 - 7 (Uruguay vs France, England vs Algeria, Paraguay vs New Zealand, Ivory Coast vs Portugal, Portugal vs Brazil, Switzerland vs Honduras, Paraguay vs Japan)

 

2014 - 7 (Brazil vs Mexico, Japan vs Greece, Costa Rica vs England, Ecuador vs France, Iran vs Nigeria, Netherlands vs Costa Rica, Netherlands vs Argentina)

 

2018 - 1 (Denmark vs France)

 

2022 - 4* (Mexico vs Poland, Denmark vs Tunisia, Morocco vs Croatia, Uruguay vs South Korea)