Danmark hevur longu vunnið HM-millumbólk 1, hóast ein dystur er eftir at leika.
Danmark stóð fyri enn einum uppvísningi og vann enn ein stórsigur í Boxen høllini í Herning.
Í kvøld vann Danmark 39-28 á Sveis. Í steðginum var Danmark á odda 18-11.
Jóhan á Plógv Hansen slapp upp í part og skoraði trý mál í kvøldsins dysti.
Emil Nielsen (myndin) í danska málinum bjargaði heili 45 prosent av málroyndunum.
Týskland hevur eisini vunnið seg í fjórðingsfinalurnar. Týskland vann í HM-millumbólki 1 greiðan 34-27 (15-13) sigur á Italia.
Í sama bólki vann Kekkia 32-26 (19-12) á Tunesia.
Danmark hevur átta stig og hevur vunnið bólkin. Týskland hevur seks stig og er staðfestur tveyari. Italia hevur fýra stig, og Sveis og Kekkia hava trý stig hvør. Tunesia er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Danmark-Sveis 39-28 (18-11)
Toppskjúttar Danmark: Lasse Andersson 8, Mathias Gidsel 6, Thomas Arnoldsen 5, Rasmus Lauge 4. Jóhan á Plógv Hansen 3.
Toppskjúttar Sveis: Felix Aellen 5, Noam Leopold 5, Lenny Rubin 4, Luka Maros 3.
Italia-Týskland 27-34 (13-15)
Toppskjúttar Italia: Leo Prantner 8, Simone Mengon 4, Giacomo Savini 3, Marco Mengon 3.
Toppskjúttar Týskland: Timo Kastening 6, Franz Semper 5, Julian Köster 5, Nils Lichtlein 4, Marko Grgic 4, Lukas Mertens 4.
Tunesia-Kekkia 26-32 (12-19)
Toppskjúttar Tunesia: Anouar Ben Abdallah 9, Achraf Margheli 6, Hazem Bacha 3.
Toppskjúttar Kekkia: Lukas Morkovsky 6, Dominik Skopar 5, Dominik Solak 4.
Skráin:
21. januar: Sveis-Tunesia 37-26 (20-11)
21. januar: Kekkia-Italia 18-25 (9-14)
21. januar: Danmark-Týskland 40-30 (24-18)
23. januar: Tunesia-Kekkia 26-32 (12-19)
23. januar: Italia-Týskland 27-34 (13-15)
23. januar: Danmark-Sveis 39-28 (18-11)
25. januar: Italia-Sveis (klokkan 14.30)
25. januar: Kekkia-Danmark (klokkan 17.)
25. januar: Týskland-Tunesia (klokkan 19.30)