Ávísur mystikkur er um, hví bókin Marta, Marta hjá Marjuni Syderbø Kjelnes er tikin av skránni til Holocaust dagin. Við Dimmalætting sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi, at høvundurin Marjun Syderbø Kjelnes sjálv hevur tikið bókina av skránni.
– Fleiri viðmerkingar havi eg ikki í løtuni, sigur hann.
Men tað kennir høvdunurin sjálv einki til.
–Tað veit eg meg ikki hava gjørt. Eg fekk boð í farnu viku um, at bókin varð tikin av skránni. Tað hevði verið frálíkt at fingið kunning um hetta, men tey hava onga skyldu at kunna meg, siga tey.
Soleiðis sigur Marjun Syderbø Kjelnes við Dimmalætting.
Bókin varð ummæld á Vágskálini í Kringvarpinum 29. oktober í fjør. Trýst her fyri at hoyra ummælið.