Út við 50 fólk eru í løtuni innistongd í einum kolanámi í Turkalandi eftir eina spreinging í náminum í dag.
Tað upplýsir lokali guvernørurin í økinum, Nurtaç Arslan, sambært tíðindastovuni, Anadolu Ajansi.
Kolanámið er í Amasra í Bartin-landslutinum, heilt har norðuri móti Svartahavinum.
Guvernørurin veit at siga, at 44 fólk eru innistongd 300 metrar niðri í náminum, og fimm fólk eru innistongd 50 metrar longur niðri í náminum.
Sambært tíðindastovuni er enn ikki greitt, hví námið varð rakt av einari spreinging í dag.
Borgarstjórin í Amasra, Recai Cakir, sigur við sjónvarpsstøðina, Haberturk, at 87 fólk vóru í kolanáminum, tá spreingingin fór fram.
Í minsta lagi 14 av teimum sluppu út úr náminum við egnari hjálp, harav tvey av fólkunum høvdu løstir. Í løtuni er ógreitt, hvussu er við hinum øllum, sum eru eftir í kolanáminum.
Herviligasta námsvanlukkan í Turkalandi var í 2014, tá 301 fólk lótu lív, tá eldur kom í eitt kolanám har vesturi í landinum.