Nakinmyndir feldu tíðindaleiðaran

Eftir øllum at døma eru myndir, sum tíðindaleiðarin sendi til elskarinduna, endaðar í skeivum hondum.

Michael Dyrby, sum fyrrapartin fór frá sum tíðindaleiðari á TV2, hevur eftir øllum at døma sent nakinmyndir av sær sjálvum til eina, sum hann hevur fjasast við.

Í grundgevingini fyri, hví hann fór frá, nevndi hann, at meðan hann hevði havt eitt fríggj, hevði avdúkandi tilfar skift hendur.

Danskir miðlar vátta nú tað, sum tey flestu høvdu illgruna um, at talan er um myndir av sær sjálvum. Eftir øllum at døma er talan um myndir og filmsbrot, sum onkur óviðkomandi nú hevur fingið hendur á og síðani hevur lagt út á internetið.

Starvsfólk á TV2 eru sera bilsin av uppsøgnini, men skilja grundgevingarnar væl. Lennart Steen, sum er álitisfólk, sigur, at hann nú liggur, sum hann hevur reitt.

- Hann hevði ein revolvara fyri pannuni. Um hann veit, at sms ella myndir ella hvat tað nú er, liggja á internetinum við avdúkandi upplýsingum, so er tað sjálvandi ein trupulleiki. Fyrr ella seinni vil til dømis Se & Hør ella onkur annar miðil siga søguna. Vit kunnu ikki liva við, at fólk hugsa, at vit hava ein tíðindaleiðara við hesum umdøminum, um vit einaferð sjálvi skulu viðgera etiskar trupulleikar, sigur hann.