Naknar kvinnur pløga

Í fjallalandinum Nepal er vandi fyri, at allur gróður miseydnast í ár, og tí hava bøndurnir valt at taka heldur sjáldsom stig.

Tíðindastovan AP skrivar úr høvuðsstaðnum Katmandu, at tað hevur verið turt leingi har vesturi í landinum, og at bøndurnir tí royna allar snildir fyri at fáa nakað av regni. Tað seinasta stigið er at lata naknar kvinnur pløga markirnar. Tann 35 ára gamla Ambika Tharu sigur við blaðið Himalayan Times, at tey gomlu vilja vera við, at naknar kvinnur kunnu gera Guð nøgdan, so at hann fer at lata tað regna.

Vanliga byrjar tað árliga monsunregnið fyrst í juni í Nepal, men soleiðis hevur ikki verið í ár. Taðger, at bøndurnir hava ikki plantað rísið enn.