Narcos: Hetta er ov vandamikið

Eitt av starvsfólkunum, sum framleiðir kendu sjónvarpsrøðina Narcos, var fyri tveimum góðum vikum síðani dripin í Meksiko, og løgreglan megnar ikki at uppklára drápið.

37 ára gamli Carlos Muñoz Porta var leiðari fyri staðsetingina av upptøkum til sjónvarpsrøðina, sum Netflix framleiðir. Hann hevði drúgvar royndir at finna góð upptøkustøð – eitt nú til filmar sum Spectre, Sicario, Fast & Furious og Apocalypto.

Narcos er sjónvarpsrøð, sum snýr seg mest um suðuramerikanska rúsevnaumhvørvið. Í løtuni verður arbeitt við fjórðu sesong av røðini, sum eftir ætlan skal snúgva seg um meksikanska Juarez-harkaliðið.

– Vit kunnu ikki halda fram við hesum, um tað ikki er trygt. Hetta snýr seg um mannalív, og tað er ov vandamikið, sigur 42 ára gamli Pedro Pascal, sum er ein av høvuðsleikarunum í røðini, við TMZ.

Hann heldur, at um tað ikki ber til at gera upptøkurnar, uttan at vandi er fyri teimum, sum arbeiða fyri sjónvarpsrøðina, er frægast at gevast.