Natasha Kampusch sjónvarpsvertur

Til várs byrjar Natasha Kampusch sum vertur hjá eysturríkska sjónvarpinum Puls 4

-Vit arbeiða saman við vegleiðarum hennara um, hvussu farast skal fram, tí vit duga væl at síggja, at í hesum máli eiga vit at vera varin, sigur Christina Patzl hjá Puls 4. Gongst sum ætlað, verður Natascha Kampuch sjónvarpsvertur í vár.

 

Hon var bara tíggju ára gomul, tá Wolfgang Priklopil burturflutti hana, og tey næstu átta árini fjaldi hnn hana í einum lítlum rúmi undir bilhúsinum. Nakrar fáar ferðir slapp hon út, og at enda eydnaðist tað henni at sleppa til rýmingar.

?Longu stutt eftir at hon var rýmd frá burturflytaranum, segði hon, at hon ætlaði sær at arbeiða sum tíðindafólk, og leiðslan í Puls 4 ivaðist ikki eina løtu, tá hon bleiv spurd, at tey høvdu pláss fyri Nataschu Kampusch á støðini. Ta seinastu tíðina hevur hon verið á fleiri skeiðum, og saman við leiðsluni hevur hon gjørt av, hvørjar gestir hon skal fáa sær í sjónvarpsstovuna. ?

Longu stutt eftir at Natacsha rýmdi frá burturflytaranum segði hon, at hon kundi hugsað sær at verið tíðindafólk.??-Hon skal tosa við kend fólk um teirra lív, tí tað er hennara stóri áhugi, sigur Christina Patzl við VG.