Natasja og liðfelagarnir vunnu greiðan heimasigur

Haukar hava fingið luft til aftastu liðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum vunnu í dag greiðan 28-20 heimasigur á KA/Þór í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í steðginum var KA/Þór á odda 13-12, men tær hjá Haukum vóru sum hamskiftar í seinna hálvleiki, og vunnu seinna hálvleik 16-7, og harvið ein 28-20 sigur.

 

Natasja skoraði fýra mál fyri Haukar í dag.

 

Haukar eru nummar fimm av teimum átta liðunum í bestu deildini við seks stigum. 

 

Komandi leygardag spæla Haukar á útivølli móti Selfossi.