Natasja var stórskjútti hjá Haukum í dag

Haukar taptu, men tað gekk persónliga framúr hjá Natasju Hammer

Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku kvinnudeildini í hondbólti vóru í leiki í dag.

 

Haukar vóru á heimavølli fyri greiðum 26-34 tapi móti Vali. Valskvinnur vóru á odda 15-10 í steðginum.

 

Hóast Haukar taptu gjørdist talan um eitt framúr gott avrik hjá Natasju Hammer, ið gjørdist toppskjútti og skoraði níggju mál fyri Haukar í dag.

 

Haukar er triðaftast í deildini við bert fýra stigum.

 

Ingibjørg Olsen og hennara liðfelagar í ÍBV vunnu á útivølli ein sera tepran 28-27 sigur á KA/Þór á Akureyri. ÍBV var á odda 15-11 í steðginum. 

 

KA/Þór legði hart út í seinna hálvleiki, og kom eisini á odda 21-20, men ÍBV fótaði sær aftur og vann ein frálíkan sigur á útivølli.

 

Ingibjørg var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV hesaferð.

 

ÍBV er triðfremst í deildini við 12 stigum, fýra stig aftanfyri oddaliðið, Valur sum hevur 16 stig.

 

Komandi leygardag spæla Haukar á heimavølli móti KA/Þór. Dagin eftir spælir ÍBV á útivølli, tá Stjarnan tekur móti teimum.