Nations League: Lettland er favorittur á heimavølli móti Føroyum

Her eru oddsini upp á dystin Lettland-Føroyar

Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska A-landsliðið annan dystin í hesari Nations League kappingini.

 

Í bólki 4 í deild C spæla Føroyar móti Lettlandi í Riga.

 

Føroyar taptu í venjingardysti 0-1 fyri Lettlandi í Daugava 11. juni í ár.

 

Lettland hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. 

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Lettland eru 2.04.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,15. Fýra av seks dystum millum liðini eru endaðir við javnleiki.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru 3,97.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##