Tað sigur Aksel V. Johannesen, sum hevur svarað einum grein 52a fyrispurningi frá undanmanni sínum í løgmanssessinum, Bárði Nielsen.
Formaður Sambandsfloksins spurdi soleiðis:
1. Ætlar løgmaður at halda fast við at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er munandi broytt?
Bárður á Steig Nielsen vísti á ávaringarnar frá Búskaparráðnum um vantandi haldføri í búskapinum og minkandi búskaparvøkstur. Men Aksel V. Johannesen er ikki samdur við Bárði á Steig Nielsen, at støðan er so ring, at æltanin um at niðurlaga ríkisveitingina úr Danmark skal takast til nýggja viðgerð.
– Í samgongusemjuni frá desember 2022 vórðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samd um eina lagaliga lækking av ríkisveitingini við 25 milliónum árliga. Tó fekk Javnaðarflokkurin tað fyrivarni við, at:
»Um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoðað«, sigur løgmaður.
– Tað er rætt, sum spyrjarin nevnir, at Búskaparráðið í síni seinastu frágreiðing væntar eina minking av búskaparvøkstrinum í 2025, so tey vænta ein vøkstur á 3,3 %. Men talan er ikki um negativan búskaparvøkstur, sigur løgmaður.
– Neyðugt er at taka ávís fyrivarni fyri metingarnar, tí stór óvissa er um metingarnar um búskapargongdina fram í tíð. Til dømis metti Búskaparráðið í sínari várfrágreiðing fyrr í ár, at vøksturin bert fór at verða 2,8% í 2025. Tískil hevur Búskaparráðið hækkað metingina í seinastu frágreiðing við einum hálvum prosentstigi, sigur Aksel V. Johannesen.
– Við einum mettum búskaparvøkstri á 3,3 %, sum liggur langt frá einum negativum búskaparvøkstri, er ikki grundarlag fyri at endurskoða ætlanina um at skerja ríkisveitingina, men um støðan broytist, og búskaparvøksturin verður negativur, verður ætlanin um ríkisveitingina endurskoðað, vissar løgmaður formann Sambandsfloksins um.