- Vestanlond hava feilmett endamálið og brutalitetin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Tað heldur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen.
Í einari samrøðu við Berlingske samanber hann Vladimir Putin við Adolf Hitler og Josef Stalin, og hann kallar Putin fígginda av sama "kalibur", sum hann tekur til.
- Vit mugu viðurkenna, at vit hava verið ov naiv, og at vit hava feilmett endamálið og brutalitetin hjá russiska leiðaranum, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Fyrrverandi Nato-aðalskrivarin heldur, at vit áttu at havt sæð vandatekini fyrr, og tá kundi støðan eftir hansara tykki verið øðrvísi, enn hon er í dag.
- Vit skuldu havt verið meira týðilig og havt reagerað sterkari, heldur hann.
Leiðarin fyri fregnartænastuna í Ukraina, Kyrylo Budanov, sigur sambært Reuters, at Russland roynir at býta Ukraina upp í tvey, har ein partur av landinum verður undir russiskum valdi.
Hann heldur, at hetta roynir Russland nú at gera, tí landið megnar ikki at leggja alt Ukraina undir seg.
- Hetta er faktiskt ein roynd hjá Russlandi at skapa eitt Norður-og Suðurkorea í Ukraina, sigur Kyrylo Budanov sambært Reuters.
##med2##