Samgonguflokkarnir siga, at tað er einki løgi í tí, at landsstýrið roynir at útvega sær upplýsingar um treytir fyri limaskapi, meðan andstøðuflokkarnir siga, at landsstýrið ger sær fyri skommum við ikki at skilja, at uttanríkismál eru felags mál og verða umsitin av uttanríkismálaráðnum.
Eingin tekur uppá tunguna spurningin, um vit yvirhøvur skulu hava nakað við Nato at gera, tá Føroyar eru vorðnar fullveldi.
Sum støðan er í løtuni, so eru Føroyar umfataðar av nato-sáttmálanum sum ein partur av danska ríkinum, og hvat er so tann almenna politiska støðan í Føroyum til hetta:
Løgtingið samtykti 13. apríl 1940 at senda skriv til bretska hervaldið, har m.a. verður sagt: ?Tað er støða tingsins at halda Føroyar uttanfyri bardagan og ósemjur landanna millum?.
Í 1950 tók løgtingið ta støðu at seta seg ímóti, at skipað bleiv heimavernd ?hjemmeværn? í Føroyum við teirri grundgeving, at heimavernd er eitt militert fyribrigdi og løgtingið ynskti ikki, at slíkur vápnaður stovnur verður gjørdur í Føroyum.
Í 1961 mótmælir løgtingið, at hermenn verða bundnir at radarstøðini á Sornfelli og loranstøðini á Eiði og ímóti at herútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki.
Í 1969 legði ein løgtingsmaður úr Tjóðveldisflokkinum fram uppskot til samtyktar soljóðandi:
?Álagt verður Føroya Landsstýri at krevja av ríkisstýrinum, at Føroyar frá 1970 at rokna ganga úr Nato felagsskapinum.?
Hetta uppskot bleiv ikki samtykt tá, men tingið avgjørdi at seta 7-manna millumtinganevnd við umboðum úr øllum flokkum at viðgera hetta mál.
Millumtinganevndin legði fram álit í august 1970 og sigur í innganginum til álitið m.a. soleiðis: ?Føroyar hava eingi avgerðarrættindi í uttanríkispolitiskum málum. Landið er tó sum lutur av Nato samgonguni tað minsta og helst vegna sín lítilleika tað mest sárbara landaøkið innan Nato. Tað má tí haldast at vera okkara skylda at fylgja við í øllum uttanríkis-, verndar- og friðarpolitikki uttanum okkum. Vit mugu gera alt tað, sum vit megna at veita okkara landi og fólki best møguliga tryggleikan.
Tað er út frá hesum sjónarmiðum Tjóðveldisflokkurin hevur reist løgtingsmál nr. 78/1968 Føroyar burturúr Nato.?
Hetta síðsta er so tann grundgevingin, sum nevndin er samd um, at Tjóðveldisflokkurin hevur havt fyri uppskoti sínum.
Nevndin greiðír í álitinum frá roynd at gera skandinaviskan verjusáttmála, um Nato sáttmálan og um hvørji sjónarmið Noreg og Danmark og Ísland hava havt til henda sáttmálan.
Viðvíkjandi støðu Føroya sigur nevndin m.a. at eingin tingsamtykt er til skjals, sum hevur broytt tingsins støðu í hesum máli, nevniliga samtyktina frá 1940 og mótmælið frá 1960 móti herstøðum í Føroyum.
Endiliga sigur nevndin soleiðis:
?Við tí veldiga vøkstri í framleiðsluni av atomvápnum, sum farin er fram seinastu árini, í huga og við vissuni um, at eitt so lítið øki sum Føroyar er sera sárbart og ringt at verja, um atombardagi brestur á, ræður uppaftur meira um at halda Føroyar uttanveltaðar nú enn nakrantíð áður. Eingin ivi er um, at Føroyar eru betri vardar uttanfyri enn innanfyri hermálsligar samgongur.?
Nevndin býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta. Í meirilutanum vóru umboð fyri Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Framburðsflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, meðan umboðið hjá Sambandsflokkinum var einsamalt í minnilutanum.
Uppskotið hjá meirilutanum er soljóðandi:
?Føroya Løgting biður landsstýrið siga ríkisstjórnini frá, at tað sambært løgtingsviðtøku frá 13. apríl 1940 er løgtingsins støða, at Føroyar verða hildnar uttanfyri ósemjur landanna millum og hermálsligar samgongur og at løgtingið sambært løgtingsmáli nr. 14/1960 mótmælir, at hermenn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og noktar fyri, at krígsútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki.
Landsstýrið verður samstundis biðið um at heita á ríkisstjórnina um at kanna líkindini nú at seta hesa løgtingsviðtøkur í verk.
Úrslitið av hesi kanning verður at leggja fyri løgtingið í vetrartingsetuni 1970/71.?
Uppskotið frá minnilutanum er minni víttgangandi, men mótmælir kortini, at hermenn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og at krígsútgerð verður goymd ella nýtt á føroyskum land- ella sjóøki.
Uppskotið frá meirilutanum varð samtykt við 15 móti 0.
Eingin løgtingssamtykt seinni hevur broytt støðu løgtingsins.
Vit eru fleiri, summi við heilum hjarta og summi við hálvum hjarta, sum hava gingið mótmælisgongur niðan í Mjørkadal og oman úr Mjørkadali, hildið talur og sungið ímóti radarunum á Sornfelli, limaskapi í Nato, atomdubbing o.s.fr. Minnist meg rætt, hevur tað líkasum verið tjóðveldissinnað fólk, sum hava verið á odda fyri hesum, meðan kanska onnur, sum ikki vóru so mótmælisgongusinnað, vóru við fyri at vísa, at tað nú ikki bara vóru tjóðveldismenn, sum vóru ímóti limaskapi í Nato o.s.fr.
Tað skal tó sigast, at tað var greitt, at tað ikki var alt Føroya fólk, sum stóð aftanfyri hesar mótmælisgongur, tí tað vóru mótmólmæli, sum m.a. meintu, at tað rætta hevði verið, at Føroyar komu inn sum beinleiðis limur í Nato og ikki sum ein partur av danska ríkinum.
Men sum sagt, støðan er tann, at eftir óbroyttum løgtingssamtyktum er tað framvegis løgtingsins vilji, at Føroyar skulu vera uttan fyri hernaðarsamgongur. Og tað er ikki tað, at málið er gloymt síðani 1070. Tað hevur í ymsum sambandi verið uppi so seint sum í 1995 og 1996.
Tað at vit vóru innlimaðir í Nato ímóti løgtingsins vilja og ikki sluppu út so leingi við vóru í ríkisfelagsskapi við Danmark hevur av tjóðveldisflokki verið nýtt sum eitt av dømunum uppá at vit máttu hava loysing.
Tað samsvarar eisini við hesa støðu, at landsstýrið rør uppundir, at Danmark skal rinda føroyingum endurgjald, fyri at hava nýtt føroyskt landøki til Natoútgerð og harvið vera sloppið bíligari sum Nato limaland.
Nú vit hava fingið eina meirlutasamgongu, sum hevur samtykt at vit skulu út úr ríkisfelagsskapinum, kundi ein vænta, at eitt av málunum var eisini at fara úr Nato.
Tað er tí ikki sørt ørkymlandi, at landsstýrissamgongan í sambandi við fullveldistilbúgvingina tykist at hava ta støðu, at Føroyar ikki kunnu standa uttanfyri nakra hernaðarsamgongu, men mugu velja og hava valt at vit skulu hava limaskap í Nato. Men ein viðgerð av hesum spurninginum í løgtinginum fyriliggur ikki, og løgtingið hevur tí ikki broytt tær samtyktirnar, sum gjørdar eru fyrst og fremst at vit skulu ikki vera við í nakrari hernaðarsamgongu.
Tað kann væl vera og er helst so, at ikki er neyðugt, at Føroyar hava ein vápnaðan her fyri at verða Nato limur, men at Føroyar skulu verða Nato limur, uttan á nakran hátt at luttaka, soleiðis at t.d. hernaðarútgerð ikki má finnast á føroyskum øki, tað ljóðar nú rættiliga ótrúligt.
Tað kundi verið áhugavert nú at fingið at vita, hvat er tað, sum ger støðuna ørðvísið í dag, ella hvør álvari lá aftanfyri tær løgtingssamtyktirnar, sum gjørdar vórðu. Tað verður torført at fáa svar uppá hetta síðsta, og av teimum, sum sótu í 7-manna nevndini, sum legði fram álit í 1970, er bert ein á lívi.
Nær eru teir politisku flokkarnir farnir at broyta meining á hesum øki? Eg haldi ikki, at limaskapur í Nato hevur verið uppá tal sum mál hjá nøkrum politiskum flokki, uttan at fara úr Nato, fyrr enn henda samgongan er skipað.
Men tað kann vera áhugavert at hyggja at, hvørjar grundgevingarnar vóru fyri at fara burturúr Nato, tá hetta málið varð reist í 1969.
Grundgevingarnar eru m.a. tað ringa árin, sum manningin í Mjørkadali hevur á viðurskiftini, at manningin drekkur, gongur við føroyskum konufólki og fremur óflíggjaskap av ringasta slag og í heila tikið hevur ringa ávirkan á umgdómin, sum veksur upp í Føroyum og at Mjørkadalsmenn selja brennivín, sum teir flyta inn uttan at gjalda toll. Men høvuðsgrundgevingin má tó haldast at vera henda:
?Út frá tí, sum frammanfyri er nevnt og teirri ómyndingaviðferð, sum Føroyum hevur verið fyri í øllum málum, sum hava við Nato at gera, er hugsan Tjóðveldisfloksins, at Føroyar hava nógvar og góðar grundir at biðja seg verða tiknar burturúr Nato samgonguni. Uttan at vit hava biðið um ella eru eftirspurd, eru vit drigin uppí hesa samgongu. Sjálvt í friðartíð er hon okkum ein meinur kleppur. Skuldi kríggj brostið á, verður støða okkara uppaftur verri, tí tá fær ein møguligur fíggindi grund til at leypa á einar herbúnar Føroyar, um hann ikki hevði gjørt tað, um landið ikki var herbúgvið.?
Hvat er ørðvísið og hví er tað nú óhugsandi, at Føroyar ikki skulu vera í nakrari hernaðarsamgongu.
Og hvat er tað, Nato skal verja okkum ímóti?
Ein góður fólkafloksmaður kallaði mótmælisgongu-fólkini niðan og oman úr Mjørkadali fyri ?hentar idiotar?. Vóru tey bara tað?
At enda: løgmaður hevur biðið Helveg loyva sær at venda sær til Nato. Hevði tað ikki verið hóskandi at spurt Føroya løgting?
Tórshavn, 13/9 2000
Kári Dalsgaard Petersen