Nato-lond fara at játta 300 milliardir til Ukraina

Á toppfundi í næstu viku fara Nato-londini væntandi at binda seg til at lata meira pengar til Ukraina

Í næstu viku verður Nato-toppfundur í Washington í USA. Hesin fundur fer eisini at hátíðarhalda, at Nato nú er 75 ár.

 

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, roknar við, at Nato-londini fara at binda seg til at lata umleið 300 milliardir krónur um árið til Ukraina, sum er í kríggj við Russland.

 

– Nato-londini hava latið umleið 300 milliardir krónur um árið til Ukraina, og eg rokni við, at londini fara at halda fram við líknandi stuðli næstu árini, sigur Jens Stoltenberg sambært Ritzau.

 

Ítøkiliga skulu Nato-londini lata eitt sonevnt fíggjarligt lyfti um stuðul til Ukraina, men hetta lyftið er ikki meira bindandi enn, at londini kunnu ganga frá tí aftur.

 

Hinvegin heldur Nato-aðalskrivarin at lyftið er greitt tekin um, at londini vilja stuðla Ukraina í krígnum ímóti Russlandi.

 

Ukraina ynskir at verða limur í Nato, men hetta ynskið verður ikki gingið á møti á toppfundinum í næstu viku.