Náttúra og nærdemokrati tapa alsamt í Havnini

Eftir Jóhann Mortensen

 

 

 

Ein stór politisk andsøgn hoyrdist í umhvørvisvikuni. Tá handaði forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini í býráðnum FNU eina heiðursgávu.

 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag fekk Grønu Gávuna fyri “ótroyttiligt og sjálvboðið arbeiði” í 40 ár. Og avrikslistin er langur.

 

“Tey hava megnað at steðga ætlanum, sum høvdu havt neilig árin á náttúruøki”, stendur eisini í grundgevingunum.

 

Náttúruáhugað, sum hava fylgt FNU frá byrjan seinast í sjeytiárunum, kenna stríðini. Summi bóru á mál. Onnur ikki.

 

Stívliga tveir mánaðir undan gávuhandanina í umhvørvisvikuni bar eitt stríð ímóti “neiligum árini” ikki á mál.

 

Tann 29. februar samtykti forkvinnan í Náttúru- og umhvørvisnevndini saman við sjey býráðslimum at fremja eitt stórt náttúruherverk í einum virðismiklum áarlendi.

 

“Nú sprettur á fold og spírar”, syngja vit. Og í hesum døgum sprettur og spírar fyri seinastu ferð í einum parti av fríøkinum við Sandá.

 

Góðu lesarar, njótið fríøkið, áðrenn ein fáfongdarsál setir hakan í lendið!

 

Níðingsgerðin varð framd, uttan at nakar í býráðnum hevði format at fara í eitt veruligt orðaskifti um hetta stóra náttúrumálið ella um náttúru í býarsamfelagnum sum heild.

 

Vit hoyrdu ikki eina ta einastu grundgeving frá býráðspolitikkarum í tí drúgva og fólksliga orðaskiftinum fyri, hví fríøkið skal fara undir betong, glas og parkeringspláss.  

 

Hinvegin vóru tey, sum atkvøddu ímóti byggiloyvinum, heldur ikki i orðaskiftinum um tað virðið, sum fríøki hava fyri fólk og vøkstur, og hví friðaða lendið fram við Sandá eigur at varðveitast. Jánkasligt!

 

##med2##

 

Vit mugu ásanna, at

 

  • sjálvt í 2024 má virðismikil náttúra í Tórshavnar kommuna lúta í andsøgn við andan í nýggju Náttúruverndarlógini,
  • árið eftir, at allir náttúrufelagsskapir í Norðurlondum samtyktu at heita á hesi framkomnu lond, um at hava 30 prosent av vardari náttúru fyri at hava javnvág í margfeldinum, heldur Tórshavnar kommuna fram at syndra náttúru,
  • árið eftir, at londini í ES samtyktu at endurbøta náttúru, sum er farin fyri skeyti, samtykkir býráðið í høvuðsstaðnum at gera eitt grefligt inntriv í eitt virðismikið fríøki við Sandá,
  • hetta hendir sama ár sum nýggja Náttúruverndarlógin fekk gildi , og at
  • eingin árinsmeting varð gjørd, áðrenn byggisamtyktin varð broytt.

 

 

 

Skotdagin 29. februar samtyktu Birgir Nielsen (F), Annfinn Brekkstein (S), Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Bjørg Dam, Birita Baldvinsdóttir (øll í J) og Jákup Dam (T) at geva eitt byggiloyvi við Sandá.

 

Eitt byggiloyvi, sum merkir, at eini 12-1400 fermetrar skulu gravast og spreingjast burtur úr einum friðaðum fríøki nakrar fáar metrar frá størstu ánni í Suðurstreymoy. Vandalisma.

 

##med3##

 

Samtykt ímóti fólki og friðing

 

Átta í býráðnum samtyktu eitt byggiloyvi,

 

  • hóast meiri enn 2000 skrivaðu undir áheitanina um at “varðveita fríøkið við Sandá”,
  • hóast heili 60 prosent í høvuðsstaðnum eru í móti at staðseta eina kirkju við Sandá sambært kanning hjá Spyr.fo.
  • hóast bara 20 prosent eru fyri hesi staðsetingini,
  • hóast nevndirnar í FNU, Sílaveiðifelagnum og Havnar Hugna mæltu til at varðveita fríøkið við Sandá,
  • hóast lendið við ánn er friðað eftir Náttúrufriðingarlógini frá 1970,
  • hóast útstykkjararnir tinglýstu lendið sum fríøki í 1975,
  • hóast útstykkjararnir tinglýstu lendið við Sandá sum almenna ogn at lata kommununi uttan endurgjald at halda viðlíka,
  • og hóast næstu grannarnir á Múllerstrøð ikkieru partshoyrdir, sum teir óivað hava rætt til eftir fyrisitingarlógini. (13 metrar høgi bygningurin og 18 metrar høga tornið eru til ampa, skugga, eins og grannar missa útsýnið, tey einaferð guldu eyka fyri).

 

##med4##

 

Fimm býráðslimir - Kristianna Winther-Poulsen (J), Turið Horn, Annika Olsen, Jón Kragesten (T) og Súsanna Olsen (F) - atkvøddu ímóti.

 

  • Tey vildu varðveita eitt fríøki og náttúru, og
  • tey lurtaðu eftir fólkinum og lótu nærdemokratiið vinna.

 

Og tað er sjaldsamt í Tórshavnar kommunu. Her er valdspolitikkur meira sjónligur í líknandi málum enn skynsamar loysnir saman við fólkinum.

 

Vit síggja tað nú í Miðbýnum, har kapitaláhugamál tykjast fáa sín vilja við einum p-húsi.

 

Vit síggja tað úti í Bakka, har kapitaláhugamál tykjast fáa sín vilja við einum hotelli.

 

Vit sóu tað við Fossdalsgjógv, har Yvirfriðingarnevndin tó segði NEI.

 

Vit sóu tað eystan fyri Sundsá á Sundi í 2017.

 

Og vit sóu tað í 2023 og í ár, tá Tórshavnar kommuna og Landsverk sníktu eitt nýtt asfaltverk upp á Sundi uttan byggiloyvi (lógarbrot, staðfestir Kommunala Eftirlitið, men tað sakar ikki TK), uttan dagførda umhvørvisgóðkenning, umframt onnur brot. Rættarsamfelag?

 

Í øllum hesum dømunum hava fólk ella felagsskapir annaðhvørt sagt NEI í almennu hoyringini ella hava sent inn mótmælisskriv. Men einki rínur á býráðið, tá tað ræður um náttúru ella onnur stórmál. Men kanska kemur henda óafatiliga arrogansan aftur í gráum kálvskinni. Fólk finna seg ikki í, at tað ongatíð verður lurtað eftir fólkinum.

 

 

 

Kirkjuráðið tók ræðið á býráðnum

 

Borgarstjórin royndi lagnudagin at fáa undirtøku fyri aðrari loysn - neyvan kávalæti - men kirkjuráðið var ikki til at vika. Meirilutin í býráðnum hevði tó ikki dirivi at sláa fast, at kommunan er byggivald, og ikki eitt kirkjuráð. Men kirkjuráðið tók ræðið á býráðnum!

 

Duldar kreftir ávirkaðu. Lætt er hjá advokatum fyri eina trivaliga rokning at hótta við stórum endurgjaldi og eyka kostnaði, so býráðslimir hokna í knøunum. Tað gjørdi seg eisini galdandi, tá fjøran eystan fyri Sundsá varð løgd í oyðið í 2017. Men tá var meirilutin minniluti og minniluti meiriluti. Oppurtunisma!

 

Borgarstjórin hevði nú í februar - fyri at vera skottryggur, um nú kirkjuráðið aftur segði nei - fingið ein advokat í býnum at lesa skjølini í “kirkjumálinum”. Sjálvandi segði advokatskrivstovan, LEKS , (fyri kr. 52.500.00), at alt var í lagi.

 

Kortini er tað ein sannroynd - og tað er hesa, Áhugabólkurin ferð eftir ferð hevur víst á - at tað var brot á fyrisitingarrættin, at tinglisna skjalið um býlingin og fríøkini, ikki var við í viðgerðini í 2010 í tilgongdini at broyta byggisamtyktina.

 

Tað vísa innlit, og tað vátta fýra býráðslimir, sum sótu í byggi- og býarskipanarnevndini tá. Býráðslimirnir hava sagt alment, at teir sóu ongatíð tinglisna skjalið. Og høvdu teir kent skjalið, hevði byggisamtyktin ikki verið broytt, siga teir.

 

Hóast NEI-sigararnir á Argjum løgdu skjalið fram, finst tað ikki í skjalagoymsluni, vísir innlit og tað er staðfest munnliga. Tað varð hvørki sent Yvirfriðingarnevndini ella Innlendismálaráðnum, sum annars skal kanna eftir, um alt fer rætt fram... “Går den så går den”!

 

Harafturat siga advokatar, at talan var um brot á eina privatrættarliga avtalu, at kommunan seldi fríøkið, latið kommununi sum gávu, at halda viðlíka, uttan so frægt sum at boða gevarunum frá. Moralur?

 

 

 

Býráð fyri borgaran - tó ikki øll

 

Til seinasta val hevði stjórnarflokkurin, Javnaðarflokkurin, herrópið: Býráð fyri borgaran! Áhugabólkurin “Varðveitið Fríøkið við Sandá” - við yvir 2000 undirskriftum - heitti tvær ferðir á býráðið um at fáa høvi at koma á fund saman við advokati at lýsa Áhugabólksins støðu, eins og kirkjuráðið slapp. Fyrru ferð fekk Áhugabólkurin noktandi svar. Aðruferð frættist einki. Býráð fyri borgaran - tó ikki fyri øll!

 

##med5##

 

Peningur til alt annað - bara ikki náttúru

 

Endurgjald varð umrøtt upp undir lagnudagin. Løgið, at tá tað snýr seg um náttúru- og umhvørvi, hevur býráðið ikki pening at gjalda fyri óumhugsaðar avgerðir.

 

Men tá stórhøllini í Hoyvíkshaganum, partur av innkoyringarvegnum í Marknagili, og eftirgjørdu Havnará vantaðu milliónir, vórðu tær írestandi milliónirnar skjótar at finna.

 

Men til náttúru ella umhvørvi røkkur viljin ikki. Tað síggja vit við Sandá nú í 2024 og á Sundi í 2017.

 

Hví, vita vit. Meginparturin av býráðnum tykist hava eina avmarkaða tilvitan um náttúru- og umhvørvi. Vit sóu tað eisini í el-bussamálinum í 2022.

 

Einasti býráðslimur, sum alsamt hevur víst á týdningin, náttúra og umhvørvi hevur í dagsins býarsamfelagi, er Elsa Berg. Hon hevur eisini vart fríøkið við Sandá. Elsa hevur verið uttanlands í lestrarørindum, men varalimurin lagnudagin, Jón Kragesten, royndi at vísa á týdningin at varðveita náttúru og umhvørvi í høvuðsstaðarøkinum. Tað var tó sum at sletta vatn á gás.

 

Í hesum syrgiliga leiki taptu aftur náttúran, umhvørvið, skynsemið, nærdemokratiið og tey komandi ættarliðini. Tey taptu so dygggiliga í mest umrødda kommunu- og náttúrumálinum í mong ár.

 

Tey, sum leggja vertin á náttúru, umhvørvi, friðingarlóg og fólkaviljan vunnu!

 

Tað elvir kanska til, at onkur á valinum 12. november tekur til eftirtektar orðini hjá Astrid Lindgren, Når menneseker med makt slutter at lytte til folk, da er det på tide at bytte dem ut”.

 

 

 

Í Soylugørðum 24. mai 2024

 

 

 

Es. 19.08.24: Janaðarflokkurin “ein framman á”. Eftir at greinin oman fyri varð skrivað - tó ongatíð kunngjørd - fær størsti flokkurin í býráðnum, Javnaðarflokkurin, ein dyggan frammaná í eini veljarakanning í høvuðsstaðarøkjunum. Kanningin varð kunngjørd í Sosialinum 5. juli. Flokkurin fer um 20 prosentstig aftur eftir hæli. Úr 44 niður í 24 prosent.

 

Hóast Javnaðarflokkurin legði seg skerflatan fyri einum kirkjuráði, fær hann bara 21 prosent av atkvøðunum á Argjum. Tjóðveldi, sum lutvíst atkvøddi ímóti, fær 25, og Framsókn, sum atkvøddi móti byggiloyvinum, fær heili 19 prosent á Argjum.

 

Nógv kann broytast, men hóttandi skrædlið hjá Javnaðarflokkinum kann gerast verri, tá fríøkið við Sandá verður sprongt burtur, og eitt sár, sum verður oman fyri eini 1000 fermetrar, fer at liggja víðopið sum ein ræðandi áminning.

 

jm