Náttúran krevur politiska ábyrgd

Føroyska náttúran er fantastisk. Hon er grundarlagið undir okkara lívi, okkara trivnaði og okkara framtíðar møguleikum. Men hon er eisini undir trýsti sum ongantíð fyrr. Tí er tað alneyðugt, at vit sum samfelag taka ábyrgd – ikki bert við orðum, men við greiðum politiskum avgerðum, sum tryggja eina veruliga vernd av náttúruni.

 

Náttúruverndarlógin sum samfelagsligt amboð

 

Vit hava samtykt náttúruverndarlógina og vit hava eisini stovnað náttúrufyrisitingina, sum skal kortleggja og taka stig til vernd. Men ein lóg er bara so sterk sum viljin at brúka hana er. Tað krevur politiskt dirvi at seta náttúruna fremst, eisini tá vinnulig og stuttlig áhugamál trýsta í øvugta kós.

 

Ein tíðarhóskandi náttúruverndarlóg eigur at:

 

  • tryggja verndarøki, sum ikki kunnu byggjast á ella broytast uttan dygga grundgeving
  • seta greið krøv til útbyggingar og nýtslu av landareali
  • tryggja, at náttúran altíð verður tikin við í avgerðir – ikki sum ein eftirhugsan, men sum ein grundregla
  • Hetta er ikki ein forðing fyri menning, men ein trygd fyri, at menningin verður burðardygg.

 

Nú vit hava lógina mugu vit brúka amboðini í henni, tí annars er hon ikki til stórt gagn. Tað vil siga, vit mugu halda fram við at styrkja náttúrufyrisitingina á Umhvørvisstovuni og seta verndarøki í gildið við kunngerð í lógini.

 

Umhvørvisvinarlig atferð – ein felags uppgáva

 

Politiskar avgerðir eru týdningarmiklar, men okkara gerandisgerðir hava somuleiðis týdning. Vit kunnu øll gera mun við at:

 

  • minka um burturkast og velja endurnýtslu
  • velja burðardyggan ferðsluhátt
  • taka ábyrgd fyri náttúruøki, sum vit vitja
  • stuðla feløgum og átøkum, sum arbeiða fyri náttúruna

 

Tá borgarar og politikkur ganga somu kós, verður úrslitið sterkari.

 

Ein greið áheitan

 

Vit hava ábyrgd av at lata komandi ættarliðum eina náttúru, sum er livandi, rík og heil. Tað krevur politiskan vilja at styrkja náttúruverndarlógina, at seta náttúruna fremst í avgerðum og at tryggja, at vernd og menning ganga hond í hond. Hesum fari eg at arbeiða fyri.

 

 

 

Sára Gullfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin og forkvinna í Føroya Urtagarðsfelag.