Jóannes Eidesgaard, floksformaður
Seinastu tíðina hevur ivi verið sáddur um, hvørja støðu Javnaðarflokkurin hevur til eina nýggja verkætlan viðvíkjandi Navigator/Næraberg sum Hanus Hansen hevur søkt fiskimálaráðið um loyvið at fremja. Ført hevur verið fram, at flokkurin beinleiðis hevur verið ein forðing fyri at henda verkætlan kan gerast veruleiki.
Hetta vil Javnaðarflokkurin staðiliga vísa aftur, og fyri at gera hetta púra greitt hava vit skrivliga boða løgmanni og fiskimálaráðharranum frá hesum.
Ført hevur verið fram, at Fiskimálaráðið vil eftirlíka eini umsóknin frá Hanus Hansen reiðara, men at Javnaðarflokkurin liggur í buktini. Tað er onki sum forðar Jacob Vestergaard ið at geva einum reiðari eitt loyvi tá ið tað, sum í hesum føri, liggur eitt greitt tilmæli um hetta frá umsitingini hjá landstýrismanninum.
Sjálvsagt kann ein avgerð altíð viðføra politisk tjak og politiskar ósemjur. Flokkurin hevur í fleiri umførðum m.a á fundi í lítlu samgongu fyri mánum síðani gjørt greitt, at tað ikki fór at hava politiskar avleiðingar fyri landstýrismannin, um hann avgreiddi málið.
Hóast hesa fráboðannir, so er onki hent í málinum. Fyri at Javnaðarflokkurin ikki skal verða brúktur sum umberðing fyri at avgreiða málið, hava vit tann 3 juli 2009, enn einaferð gjørt fiskimálaráðharranum og løgmanni hetta greitt í skrivið ið er sent teimum. Hetta er gjørt fyri at undanførðslan, at Javnaðarflokkurin forðar málinum, ikki kann nýtast longur.
Vit hava tó víst á eitt stórt ivasemi um at geva frítt til at skifta ídnaðarskip út, enntá uttan støddaravmarkingar. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at fyri nøkrum fáum árum síðani samtykti Løgtingið at gjalda milliónaupphæddir fyri at fáa henda partin av flotanum út av grunnunum. Tí kann tað tykjast løgið, at Fiskimálaráðið í dag sigur, at hetta er neyðugt, um ein nýggj Navigator-ætlan kann síggja dagsins ljós. Fiskimálaráðið hevur somu møguleikar sum onnur ráð at fáa sær lógligar heimildir til vega gjøgnmum Føroya Løgting, um hetta er neyðugt til tess at fremja eina politiska ætlan.
Javnaðarflokkurin tók dyggiliga undir við fyrstu Navigator-ætlanini og flokkurin leggur ikki hólmstrá í vegin fyri, at ein nýggja ætlan av slíkum slag verður reist.