Kendi norski professarin í heimspeki, Arne Johan Vetlesen, hevur meir at kalla gjørt tað til sítt serøki at skriva bøkur um alment menniskjalig evni út frá einum filosofiskum sjónarhorni.
Herfyri gav hann út bókina Evil and Human Agency, har hann við støði í jødatýningini undir 2. heimsbardaga og etnisku útreinsingini í Bosnien gevur sítt boð uppá, hvussu vit kunnu royna at fata kollektivar óndar gerðir.
Vandamikla samansetingin
Vetlesen skilir óndskap sum Við vilja at valda einum øðrum menniskja pínu og líðing ímóti hansara ella hennara vilja og harvið verða orsøk til álvarsaman og ætlaðan skaða. Vetlesen tekur sostatt ikki undir við sjónarmiðnum, sum ofta er frammi, at óndskapur í sær sjálvum ikki er til, men er úrslit av skaðiligum sosialum umstøðum. Sambært Vetlesen, er óndskapur tengdur at valinum og ábyrgdini hjá tí einstaka, meðan mest vandamikla samansetingin hendir, tá einstaklingar og heilir bólkar finna ein felags áhuga í at fremja tað skaðiliga. Tá kann úrslitið gerast ein vanlukka, eins og tað hendi í Bosinen, tá menniskju framdu størstu illgerðirnar móti mannaættini síðani 2. heimsbardaga.
Í bókini vísir Vetlesen á, at her, sum so ofta fyrr, vísti tað seg, at ein triði partur var við, sum var samsekur við ikki at gera nakað fyri at forða illgerðunum. Í hesum sambandi setir Vetlesen sær fyri at kanna, hvussu altjóða samfelagið kundi svíkja so dyggiliga, at tað førdi eitt heilt land í avgrundina, og hvussu slíkt kann forðast. Tað vóru nevniliga ikki óndar ætlanir hjá altjóða samfelagnum, sum førdu til vanlukkuna, men heldur tað, sum ikki varð gjørt, sigur Vetlesen.
Nærleiki ongin forðan
Í fleiri førum mótprógva kanningarnar hjá Vetlesen páhaldið um, at óndskapur verður mest effektivur, um ein ávís sálarlig frástøða er millum offur og bøðil. Hetta verður annars hildið at hava verið mátin, sum Heinrich Himmler nýtti, fyri at gera týningina av jødum so effektiva, sum gjørligt. Í bókini vísir Vetlesen á, at í týningarlegunum í Bosnien og Rwanda vóru offur og bøðil ofta nær í ætt við hvønn annan ella gamlir skúlafelagar, og at júst hesin nærleikin ofta var við til at herða píningina.
Vetlesen er ein av virknastu norsku heimspekingunum og er ein av mest brúktu fyrilestrahaldarnum á heilsustovnum. Hann hevur fyri tað mesta arbeitt við evnum innan etik og sosialfilosofi og millum bøkurnar hann hevur skrivað kunnu nevnast Følelser og moral, Moralens sjanser i markedets tidsalder og Smerte. Evil and the Human Agency er útgivin á universitetsforlagnum í Cambridge.