Neistin er nú millum tey allarovastu liðini í 1. deild hjá monnum. Tað gjørdist greitt, eftir at Neistamenn sum væntað vunnu á Tjaldrinum í Havn mikukvøldið.
Men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at munurin á liðunum gjørdist týðiligur. Fyrri hálvleikur var javnur, og hóast Neistin einu løtuna var frammanfyri bæði 8-4 og 11-7, so eydnaðist tað teimum av Skálafjørðinum at fáa fatur á endanum aftur. Støðan í hálvleikinum var 13-11 til Neistan.
Tróndur Hansen var komin á vøllin móti endanum av fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skuldi tað vísa seg, at Tjaldursmenn ikki kláraðu at halda Tróndi, sum er komin heim aftur úr Danmark og verður við liðnum, tað sum er eftir av kappingini.
Tróndur skeyt átta mál í seinna hálvleiki, og tað var nóg mikið til at gera hann til greiðan toppskjútta í dystinum. Frá 14-12 fór Neistin upp á 22-12, og so var tann dysturin avgjørdur. Av hesum átta málunum átti Tróndur helmingin.
Tjaldrið dúvaði sum vant fyrst og fremst upp á Pola Hansen og Jens Martin Knudsen sum málskjúttar, men í seinna hálvleiki gekk tað sera illa í hond, ikki bert hjá teimum báðum, men hjá øllum liðnum, og Tjaldrið fekk bert fimm mál í seinna hálvleiki.
Ein av orsøkunum til hetta skal sjálvandi eisini finnast í Neistaverjuni, sum saman við Boga Henriksen í málinum spældi betur í seinna hálvleiki enn í fyrra.
Fyrstu tíggju minuttirnar fór allur spenningurin úr dystinum, sum á nógvum økjum minti ikki sørt um dystin millum Kyndil og Tjaldrið bert tríggjar dagar frammanundan, har tað eisini var byrjanin av seinna hálvleiki, sum feldi Tjaldrið.
Vánaligur endi
Móti endanum bleiv dysturin annars verri og verri leikliga. Teir hjá Tjaldrinum mistu av góðum grundum mótið og hugin, og feilirnir blivu fleiri. Og eisini hjá Neistanum dalaði støðið so líðandi, so tað til endans bleiv ótrúliga keðiligt hjá teimum fáu áskoðarunum at hyggja at.
Tað er kanska ov nógv sagt, at tað var Tróndur Hansen, sum gjørdi munin mikukvøldið, men hansara partur hevði nógv at siga, og hann var besti maður á vøllinum, hóast hann bert spældi helvtina av dystinum.
Neistin hevur nú sama stigatal sum H71 og Kyndil. Teirra næsti dystur verður móti júst Kyndli, og báðir dystirnir millum hesi bæði liðini í grundspælinum vóru rættiliga javnir.
Næsta uppgávan hjá Tjaldrinum verður á heimavølli moti VÍF, sum ivaleyst fer at gera alt fyri at fáa sín fyrsta sigur í endaspælinum.