Nú er bara finalurnar um føroyameistaraheitið eftir í bestu mansdeildini og kvinnudeildini í hondbólti.
Mansliðið hjá Neistanum, sum hevur runnið undan hinum alt kappingarárið, spælir fyrru finaluna móti KÍF í Kollafirði. Dysturin verður leygardagin, 16. apríl. Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen skulu døma. Seinni dysturin verður í høllini á Hálsi skírishósdag, 21. apríl. Tá døma Karsten Joensen og Kristian Joensen.
Stjørnan og Neistin bresta saman hjá kvinnunum. Fyrri dysturin verður í høllini á Hálsi leygardagin 16. apríl. Seinni dysturin verður í KÍ-høllini skírishósdag. Tá eru Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen dómarar.
Úrslitini um vikuskiftið:
Atlantic Airways-deildin:
Kyndil – KÍF 26-25
StÍF – KÍF 36-28
H71 – VÍF 27-31
Neistin – Team Klaksvík 40-21
Sunset-deildin:
Tjaldur – VÍF 33-27
StÍF – VB 24-32
Neistin – Stjørnan 25-18