Neistin eigur Havnina

Hóast Kyndil í løtum var væl við, so megnaðu tær ikki at taka stig frá bláu grannunum

Hondbóltur

 

Eftir at Kyndil í vár argaði Neistan fleiri ferðir á kvinnusíðuni, hevur myndin í ár verið tann meira vanda, har tær bláu hava havt munin í høvuðsstaðnum. Og í so máta var sunnudagurin einki undantak.

Kyndil var annars væl við fyrstu løtuna, tá tær hildu høvdið kalt í álopsspælinum, soleiðis at Neistin ikki slapp at renna frá teimum.

Um miðjan fyrra hálvleik skrædnaði tó, tá Kyndi leinki mál fekk í 10 minuttir, og eftir hetta kom ongan tíð nakar veruligur spenningur í dystin.

Kyndil megnaði tó at halda fast í mótstøðuni, soleiðis at munurin ikki øktist millu liðini, men nakrar trupulleikar hevði Neistin ikki av hesum.

Soleiðis er Kyndil framvegis stigaleyst í botninum á talvuni, meðan Neistin enn sum áður roynir at renna eftir VB og Stjørnuni.

 

Fakta um dystin

Kyndil-Neistin 20-26 (8-15)

10 min: 3-7

20 min: 6-12

40 min: 13-17

50 min: 16-22

Málskjúttar

Kyndil: Jórun Ludvig 6, Halla Midjord 4, Jacklin Durhuus 3(1), Ása Christiansen 3, Rakul N. Joensen 2, Annika Poulsen 1, Linda Johannesen 1

Neistin: Trine Mayland 8(1), Nicoleta Radu Hansen 4, Annika Ljósstein 4(1), Heidi Maria Akselsen 3, Brindis Hjartadóttir 3, Rakul Augustinussen 2(1), Anja Heinadóttir 2

Brotskøst: Kyndil 3, Neistin 8

Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 1

Diskvalifikatión: Kyndil 1 (3X2 minuttir)