Neistin í eldin

Neistin skal í kvøld veruliga standa sína roynd. Á skránni er fyrri dysturin í EHF-Cup móti HC Lovcen úr Cetinje í Montenegro.

Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum mikudagin, og er komið upp á pláss í øllum góðum. Nú ræður um at tryggja sær eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt, tá bláu havnarmenninir skulu á vøllin í kvøld.

Seinni dysturin verður spældur í Havn komandi vikuskiftið, leygardagin 13. september.