Neistin ella Team Klaksvík kunnu møta Allani Norðberg og Vali

Fyrrapartin í morgin fæst at vita hvørjum liðum Neistin og Team Klaksvík fara at møta í 1. umfarinum í Europa Cup

Í morgin fyrrapartin klokkan 10 verður drigið um hvørji lið møtast í fyrsta umfarinum av Europa Cup kappingini í hondbólti fyri menn.

 

Bæði Team Klaksvík og Neistin eru í pottinum. Drátturin fer fram í Wien.

 

Millum liðini Team Klaksvík og Neistin kunnu møta eru Valur, ið hevur Allan Norðberg við í hópinum. 

 

H71 og VÍF sleppa beinleiðis víðari til annað umfar. Í tí umfarinum verður H71 styrkismett, meðan VÍF og Neistin og Team Klaksvík - um tey koma víðari úr fyrsta umfarinum - vera ikki styrkismett. 

 

Neistin og Team Klaksvík kunnu møta hesum liðunum. Dystirnir vera spældir millum 9. og 17. september: 

 

53 GRE Diomidis Argous

54 CZE HC ROBE Zubri

55 SRB HC Dinamo

56 EST Mistra

57 LUX HC Käerjeng

58 ISR Holon Yuvalim HC

59 AUT Fivers

60 ISL Valur

61 ITA SV Brixen Handball

62 TUR Besiktas

63 BIH RK Sloboda

64 FIN IFK Handball Helsinki