Neistin er aftur steypavinnari

VÍF hevði um buktina og báðar endarnar, men Neistin stríddi seg til finalusigurin.

Stóra steypafinaluvikuskiftið í hondbóltinum varð skotið í gongd í høllini á Hálsi í dag, har kvinnufinalan ímillum Neistan og VÍF byrjaði kl.13.30.


Tað gekk ógvuliga striltið hjá Neistanum at fáa gongd á álopsspælið, og fyrsta korterið fingu tær einans tvey mál. Hesa løtuna var VÍF á odda 5-2. VÍF-verjan stóð stinn tað mesta av fyrra hálvleiki, og tað var serliga umvegis skjótálop, at VÍF sló til og eisini uppiborið var á odda 11-8 í hálvleikssteðginum.


Í seinna hálvleiki fekk Neistin eina dreymabyrjan. Tær fingu alt fyri eitt samband aftur við VÍF, sum hevði ilt við at finna málið, og við støðuna 13-12 kom Neistin á fyrsta sinni á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað var serliga Fríða Petersen í málinum hjá Neistanum, sum legði lunnar undir hesa leiðsluna.


Neistin var á odda við trimum tá ið góðir seks minuttir eftir, men VÍF-kvinnurnar góvu ikki skarvin yvir og minkaðu til 17-16. VÍF hevði enntá risa møguleika at javna við brotskasti tá ið ein minuttur var eftir, men tann stórspælandi Fríða Petersen tók brotskastið hjá Marionnu Holm Jacobsen, og so kundi Neistin dribla steypasigurin heim.


Við einum góðum avriki í seinna hálvleiki vann Neistin eina málfátæka steypafinalu við 17-16. Neistin varðveitir tí CocaCola-steypið, sum tær eisini vunnu í fjør.


Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá finaluna, sæst niðanfyri:


Liðugt: Neistin megnaði at spæla tíðina út og við 17-16-sigri er Neistin steypavinnari.


59min.: Neistin skorar ikki og VÍF fær gyltan møguleika við brotskasti, sum Marianna Holm Jacobsen tó ikki gagnnýtir. Fríða Petersen bjargar og undir ein minuttur eftir.


57min.: 17-16 til Neistan. Marianna minkar við brotskasti, sum Kathe Frederiksen fekk. Eir M. Berg varð útvíst í tveir minuttir, og nú tók Neistin time-out.


56min.: Jacklin roynir seg, men fær ikki mál. VÍF fær nú aftur møguleikan.


56min.: 17-15 til Neistan. Marianna Holm Jacobsen heldur lív í vónini hjá VÍF.


54min.: 17-14 til Neistan. Marjun Danberg økir við skoti av bakkinum.


52min.: Fríða Petersen er stórspælandi! Fjórði ferð á rað bjargar hon – hesaferð framúr fótbjarging eftir at VÍF-leikari gerst púra leys.


51min.: Birita Jacobsen snarar seg leysa, men Anna Ring, sum aftur er komin í VÍF-málið, bjargar. Í hinum endanum bjargar Fríða Petersen fyri triðju ferð á rað.


51min.: Eir M. Berg púra leys, men rakar á stongina. Í hinum endanum ger Fríða Petersen enn eina góða bjarging.


50min.: Durita Jojic roynir seg av vonginum, men Fríða Petersen er fyri henni.


50min.: 16-14 til Neistan. Jacklin Djurhuus vinnur sær brotskast og skorar sjálv.


49min.: 15-14 til Neistan. Marianna Holm Jacobsen gerst púra leys eftir góða skerming – hon langar til og minkar um munin.


48min.: 15-13 til Neistan. Birita Jacobsen brýtur ígjøgnum og nú er Neistin á fyrsta sinni á odda við tveimum. VÍF tekur time-out.


47min.: VÍF fær bóltin í málið, men tað verður kolldømt vegna ov nógv fet. Neistin missur bóltin í álopinum.


46min.: 14-13 til Neistan. Marjun Danberg ferðmikið skot av vinstra bakki.


45min.: Marianna H. Jacobsen fær tveir minuttir, og Neistin er nú í yvirtali.


44min.: Javnleikur 13-13. Brynja Rógvadóttir brýut ígjøgnum og so er aftur javnt.


43min.: 13-12 til Neistan. Fríða Petersen við frálíkari bjarging, og so skorar Eir M. Berg.


43min.: Javnleikur 12-12. Jacklin Durhuus finnur málið av vonginum og so er aftur púra opið.


42min.: Stígur er komin í málskjótingina í løtuni. Marianna H. Jacobsen skjýtur brotskast á stongina.


39min.: Tað var bara yvirtalsstøðu, at Neistin tók Marionnu úr spælinum. Hon roynir seg nú útifrá, men Fríða fær fótin á.


38min.: 11-12 til VÍF. Nú sleppur Jacklin Durhuus at royna seg sum brotsparksskjútti, og veteranurin svíkur ikki.


37min.: 10-12 til VÍF. Kathe Frederiksen við fyrsta VÍF-málinum í seinna hálvleiki, og so er VÍF aftur á odda við tveimum.


36min.: Framvegis 10-11 til VÍF. VÍF og Neistin hvør sítt úrslitaleyst álop.


35min.: Neistin hevði gyltan møguleika at javna, men Viviann Petersen bjargaði brotskastinum hjá Marjuni Danberg.


35min.: Tað er steðgur í spælinum, tí trupulleikar eru við máltalvuni.


34min.: Brynja Høj verður spæld leys, men er úti av balansu og fær ikki ferð á. Marianna H. Jacobsen roynir seg hjá VÍF, men Fríða Petersen bjargar.


32min.: 10-11 til VÍF. Eir M. Berg brýtur ígjøgnum og skorar. VÍF fær útvísing. Dreymabyrjan hjá Neistanum, sum nú mansverjir Marionnu H. Jacobsen.


31min.: 9-11 til VÍF. Marjun Danberg skjýtur fyrsta mál í seinna hálvleiki.


Hálvleikur: VÍF er á odda 8-11 í hálvleikssteðginum. Ein rótutur fyrri hálvleikur, har álopsspælið hjá Neistanum hevur gingið illa, meðan uppsettu VÍF-kvinnurnar hava revsað tær og fult uppiborið eru á odda.


29min. 8-11 til VÍF.Jacklin Durhuus vinnur brotskast, sum Marjun Danberg skjýtur ímillum beinini á nýggja VÍF-málverjanum, Onnu Ring.


28min.: 7-11 til VÍF. Fríða bjargar skoti hjá Marionnu H. Jacobsen, men bólturin støkkur til Kathe, sum skorar.


28min.: 7-10 til VÍF. Durita Jojic roynir seg, men Fríða Petersen bjargar. Marjun Danberg minkar um munin við einmansavriki.


27min.: Tað gongur seint fyri seg í álopinum hjá Neistanum, sum verður trýst av dráli og skotroyndin gerst ov spísk.


26min.: 6-10 til VÍF. Agnas Olsen við einum dundri av einum undirhondsskoti, sum syngur í málhorninum.


24min.: 6-9 til VÍF. Kathe Frederiksen verður væl spæld og er trygg á strikuni.


24min.: Eir M. Berg við góðum fótskifti, men púra leys skjýtur hon við síðuna av.


23min.: Agnas Olsen roynir seg, men Fríða Petersen bjargar.


22min.: Vivann Petersen bjargar skotroynd frá Nicoletu R. Hansen. VÍF tekur time-out.


21min.: 6-8 til VÍF. Marjun Danberg skorar upp á brotskast, og nú hevur VÍF eisini fingið útvísing.


21min.: 5-8 til VÍF.Durita Jojic svarar enn einaferð aftur, samstundis sum Birita Wardum fær fyrstu útvísing í dystinum.


21min: 5-7 til VÍF. Eir M. Berg fær hol á við góðum skoti.


19min.: 4-7 til VÍF. Durita Jojic er komin á vøllin og hon økir um munin.


19min.: 4-6 til VÍF. Eir M. Berg skjýtur og rakar á stongina, men Neistin vinnur bóltin aftur, har Birita Jacobsen við einmansavriki skorar av vinstra bakki.


18min.: 3-6 til VÍF. Marianna H. Jacobsen skorar upp á brotskast, sum Kathe Frederiksen vann vestmenningum.


18min.: Verjuskansin hjá Neistanum, Marjun Danberg, fær ein snudd í verjustøðu. Hon fær viðgerð og sær út til at megna at halda fram.


16min.: 3-5 til VÍF. Loksins væl spælt hjá Neistanum. Marjun finnur Lilju, sum rennur seg leysa og minkar um munin.


15min.: Fríða Petersen við eini bjarging – tað hevur Neistin stórliga brúk fyri.


14min.: 2-5 til VÍF. Verjuspælið hjá VÍF hevur skakað Neistan higartil, sum aftur missur bóltin og fær skjótálop ímóti sær. Brynja Rógvadóttir er kvikari enn allar hinar og skorar.


12min.: 2-4 til VÍF. Marjun Danberg brýtur ígjøgnum og skorar. Í hinum endanum bjargar Fríða Petersen spísparki skotroynd.


11min.: 1-4 til VÍF. Innan fá sekund fær VÍF tvey mál upp á skjótálop. Málskjúttar eru Marianna H. Jacobsen og Brynja Rógvadóttir.


10min.: Neistin hevur sett Jacklin Durhuus á vøllin.


9min.: 1-2 til VÍF. Eftir smáar níggju minuttir fekk Neistin hol á. Lilja Mohr gagnnýtir skjótálop.


8min.: Viviann er stórspælandi! Brynja Høj gerst tilvildarliga leys á strikuni, men aftur er Vivann fyri.


7min: Neistin spælir væl út á vongin, men Viviann stendur aftur stinn tá ið Lilja Mohr roynir seg.


6min.: 0-2 til VÍF. Agnas Olsen finnur hegnisliga Kathe Frederiksen, sum skorar. Neistin tekur time-out.


5min.: Eir M. Berg skjýtur upp um og Neistin framvegis ikki komin á máltalvuna.


3min.: 0-1 til VÍF. Viviann Petersen ger stórbjarging, og í hinum endanum skorar Marianna H. Jacobsen upp á brotskast.


2min.: Enn ein teknisk villa frá Neistanum og enn ein frá VÍF. Nervøs byrjan og framvegis málleyst.


1min.: Neistin gevur bóltin upp, men missur hann í fyrsta álopinum. Viviann Petersen roynir at seta skjótálop í gongd, men kastar ov langt.