Neistin fall í veitina

Neistamenn máttu sunnudagin ásanna, hvussu trupult tað er at venda, tá tað fyrst gongur skeiva vegin

Hondbóltur

Eingin ivi er um, hvør stóra sensatiónin í hondbóltinum var hetta vikuskiftið. Eingin ivaðist undan dystinum í Hovyík í, at Neistin var risafavorittur at vinna. Ikki minst, tá tunga gongdin hjá kollfirðingum seinastu vikurnar verður havt í huga.
Kanska var tað eisini júst hetta, sum Neistin hevði í huganum, tá farið var inn á vøllin sunnudagin, men um so var, so komu teir skjótt á aðrar tankar.
Tí hóast KÍF hevur havt tað trupult seinastu nógvu vikurnar, og hóast teir hava stórar trupulleikar við at gera mál, so løgdu teir bragdliga fyri. Kanska hevði Neistin roknað við, at talan mest sum var um upphiting undan grannauppgerðini móti Kyndli mikudagin, men eftir fyrstu tíggju minuttirnar stóð 8-3 á talvuni, og so var at taka annað skinn um bak.

Trupult at venda
Men eins og so nógv undan teimum, so mátti Neistin sanna, at tað er trupult at venda gongdini, um tað fyrst gongur skeiva vegin. Fyrst og fremst høvdu kollfriðingar við góðu byrjanini fingið trúnna uppá, at tað skuldi bera til at basa mótstøðuni, og hendan møguleikan ætlaðu teir ikki at geva frá sær.
Við einum væl leikandi Óla Christian Durhuus í málinum megnaðu teir eisini í nógvum førum at leggja forðingar fyri Neistanum, og fram eftir málinum megnaðu teir alla tíðina at skjóta mál.
Seinna umfarið var annars fleiri ferðir um reppi, at dysturin koppaði yvir aftur til Neistan, men tó at teir komu upp á javnleikin nakrar ferðir, so megnaði KÍF hvørja ferð at svara aftur. Seinastu løtuna stóð annars heilt nógv á, tá Neistin fyrst vann eina trý mála leiðslu aftur, og síðani tvær ferðir javnaði nýggja KÍF-leiðslu. Men heimaliðið fekk framvegis seinasta orðið, og so var rómurin stórur á heimaáskoðarunum. Teirra lið hevði enn einaferð víst, at hóast gongdin til tíðir kann tykjast tung, so kunnu teir standa seg millum tey bestu. Og við sigrinum sluppu tey eisini av botnsessinum. Kanska eru útlitini fyri at koma longu upp á talvuna ikki so bjørt í løtuni, men eitt ella tvey úrslit afturat av hesum slagnum, kann broyta heilt nógv í so máta.
Hjá Neistanum var lagið hinvegin einki serligt. Teir eru framvegis á næst fremsta sessinum á stigatalvuni, men tapið hesaferð var absolutt ikki í samsvar við roknistykkið, og nú liggur eyka trýst á teimum undan grannauppgerðini mikudagin. Vinnur Kyndil tann dystin, so verða trý stig á muni frá fyrsta umfarinum av endaspælinum, og tað er í øllum førum trý fleiri, enn í Neistanum høvdu ætlað sær.

Dysturin í tølum
KÍF-Neistin 31-30 (17-14)
Málskjúttar
KÍF: Petur Martin Poulsen 10, Regin Petersen 6, Vagnur Johannesen 6(1), Gert Hansen 5, Teitur Joensen 3, Mirko Milenkovic 1(1)
Neistin: Áki Mørk 10(5), Dragisa Stojovic 7, Blagoje Buha 4, Helgi Justinnussen 4, Ragnar Stakksund 2, Finnur H. Petersen 1, Helgi Michelsen 1
Brotskøst: KÍF 3, Neistin 8
Útvísingar: KÍF 4, Neistin 1
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen