Neistin - VB 24-23 (10-12):
Talvan vísir 24-23, og ein hálvur minuttur er eftir at spæla. Neistin var á odda við trimum miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tær hava ikki fingið mál seinastu sjey minuttirnar. Havnarfelagið er tó framvegis á odda, men VB hevur nú síðsta møguleikan at fáa stig burtur úr dystinum. Stórspælandi Daiva Toumaite verður ansað av Nicoletu R. Hansen, og hon fær ikki luttikið, nú gestirnir skulu byggja upp. Klapp og geyl koma frá áskoðaraplássinum, har øll halda seg vita, hvussu teirra lið nú skal bera seg at. VB spæla sína millum eina løtu, áðrenn ein sleppur leys á vonginum. Hon hevur væl av plássi og er ótrýst. Nú er sloppið hjá gestunum - næstan. Men við einari frálíkari bjarging syrgir Fríða Petersen fyri, at Neistin nú hevur fyrimunin í stríðnum um FM-finaluna.
Í einum sera tøttum og hendingaríkum dysti í høllini á Hálsi í gjár, vann Neistin seg upp á annað plássið í landskappingini. Hóast tað leingi stóð nógv á hjá heimaliðnum, so vunnu tær við einum máli.
Toumaite væl ansað
Í stórum løtum av dystinum var Daiva Toumaite, sum hevur verið einmansherður á liðnum hjá VB í hesum kappingarárinum, sera væl ansað. Hóast tað, so staðfesti hon aftur sína støðu sum besti leikarin í kvinnudeildini í hesum kappingarárinum. Nicoleta R. Hansen hjá Neistanum var á henni so at siga allatíðina, men tað ávirkaði hana ikki stórvegis. Toumaite stóð fyri heili 15 av málunum hjá gestunum. Serliga frá byrjan lyfti hon viðleikarnar, tá hon skoraði fýra av fyrstu fimm málunum hjá VB. Hóast lítil ferð var á álopsspælinum hjá gestunum, so var hon ógvuliga trygg framman fyri málinum. Tað við sær, at tær vunnu sær eina lítla leiðslu frá byrjan. Tað er tó harmuligt hjá venjaranum Milan Djekic, at hann ikki hevur fleiri stórskjúttar á liðnum. Tað var sjáldan, at hinar tóku ábyrgd, og til síðst gjørdist ein næstan bilsin, um nøkur onnur enn Daiva Toumaite fekk bóltin framvið Fríðu Petersen, sum vardi málið hjá Neistanum. Millum annað fekk VB einki mál frá vonginum. Gestirnir misnýttu fleiri upplagdar møguleikar í fyrra hálvleiki, og tóku ikki av møguleikanum, tá tær kundu vunnið seg fleiri mál framum.
Hinvegin vóru tær úr Neistanum sera væl upplagdar. VB stóð sera væl í verjupartinum, men heimaliðið hevði neyðuga hugflogið, tá tað stóð á. Serliga ræddist Ása á Neystabø ikki at bróta ígjøgnum sjálv, og ofta royndi Nicoleta R. Hansen seg útifrá. Hon var eisini toppskjútti á heimaliðnum við sjey málum.
Neistin var omaná, og í hálvleikinum vóru tær á odda við 12-10.
Tætt til tað síðsta
Vágskvinnur leiktu leygardagin móti StÍF á útivølli, har tær vunnu við einum máli. Hetta merktist helst aftur á kroppunum, nú oddadysturin skuldi avgreiðast í gjár. Um hetta var orsøkin til, at Neistin fekk tamarhald á dystin eftir hvíldina skal verða ósagt, men einu løtuna tóktist ikki, sum gestirnir kláraðu meira. Við fjølbroyttum álopsspæli, og einu væl skjótandi Unn Kragesteen, var heimaliðið klárt omaná. Tólv minuttir fyri leiklok syrgdi júst Unn Kragesteen eftir mótálop fyri, at Neistin hevði leiðsluna á 21-18. Hesu løtuna tóktist dysturin vera avgjørdur, men við Toumaite á odda, stríddi VB seg aftur í dystin. Spenningurin varð varðveittur til tað seinasta, og millum annað hevði Daiva Toumaite møguleika at fáa gestirnar upp á javnt, tá hon misnýtti brotskast.
Neistin vann við 24-23 og hevur fyrimun í stríðnum um FM-finaluna. Liðini eru ájavnt í stigum, men havnarfelagið hevur verið omaná í dystunum innanhýsis. VB kann tí einans dúva upp á, at Neistin snávar komandi tvær vikurnar. Tað vóna grannarnir úr Kyndli helst eisini, sum komandi sunnudag skulu takast við Neistan í høllini á Hálsi.
Neistin - VB 24-23 (10-12)
10 min.: 3-4
20 min.: 6-7
40 min.: 15-16
50 min.: 21-18
Neistin: Nicoleta R. Hansen 7 (1), Rakul Augustinussen 6 (2), Anja Heinadóttir 4, Unn J. Kragesteen 3, Ása á Neystabø 3, Elin Staksund 1.
VB: Daiva Toumaite 15, Gurið Mortensen 2, Monika Samuelsen 2, Laila Jespersen 2, Cristina Holm 2.
Útvísingar: Elin Staksund 1, Anja Heinadóttir 1, Neistin - Laila Jespersen 2, VB.
Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar