Rómurin í KÍ-høllini var øgiligur, tá dómararnir blástu seinasta bríkslið í dystinum millum Stjørnuna og Neistan. Ikki tí. Hondbóltsáskoðararnir í Klaksvík hava seinnu árini verið vanir við, at lið teirra stendur sum vinnari, tá dysturin er blástur av, men tað er sjáldan, at tað hevur staðið so nógv á, sum tað gjørdi móti Neistanum.
Spældu møguleikan
Tær bláu úr Havn vóru nevnliga als ikki komnar til Klaksvíkar fyri at geva seg yvir á nakran hátt. Heldur royndu tær frá fyrsta bríksli at spæla sín møguleika, og fyri tað heilt nógva eydnaðist hetta eisini. Tó at tær á Stjørnuni helst høvdu ætlað, at hetta bara skuldi vera enn ein sigur í røðini, so eydnaðist teimum ongantíð at fara frá Neistanum, og var tað ikki fyri eina væl spælandi Agnes Masenaite í Stjørnumálinum, kundi Neistin væl farið til hálvleiks við eini leiðslu.
Og eftir steðgin helt Neistin fram í sama lag. Alt fyri eitt tóku tær seg frá Stjørnuni, og tó at tað eydnaðist vertunum at vinna seg aftur á javnt, so sluppu tær ikki framum. Neistin helt alla tíðina rimmar fast um møguleikan at taka stigini í dystinum, og bara sjey minuttir fyri leiklok tóktust tær hava stóra møguleikan.
Støðan var 21-21. Stjørnan hevði júst fingið tveir fingrar til tveir av sínum leikarum, og heimaáskoðararnir mundu halda ondini í spenningi, nú liðið brádliga stóð fyri at tapa sín fyrsta dyst í nærum heilt kalendaraár.
Men onkursvegna, so megnaði heimaliðið nú at reisa seg. Anna Kristina Samson megnaði einsamøll at bróta ígjøgnum verjuna hjá Neistanum, soleiðis at hon fekk skorað til 22-21, og tá tað so eisini eydnaðist Stjørnuni at skora í næsta álopinum, var alt brádliga koppað á høvdið. Gaman í eydnast Neistanum at skora til 22-23, áðrenn Stjørnan aftur var fullmannað, men tað var kortini, sum mistu tær alt á gólvið við hesum. Tær megnaðu ongantíð av álvara at trýsta heimaliðið aftur, og so kundu tær reyðu økja nakað um leiðsluna, soleiðis at talan á pappírinum gjørdist um væntaða favoritt-sigurin.
Øktur spenningur
Fyrst og fremst, so mundi dysturin tó avdúka, at kappingin í kvinnudeildini væl kann gerast meira spennandi, enn hon av fyrstan tíð tóktist verða. Bæði tí Stjørnan prógvaði, at tær eru ikki heilt so einaráðandi, sum mong hava hildið. Aftur hesaferð var spælskiparin, Joan M. Djordjevic, heima til dystin, gav sjálvandi nakað eyka til liðið, men tað tykist greitt, at hetta verður ikki gjørt til hvønn dyst, og tí kann liðið væl koma í truplar støður. Hartil verður Annika Ljósstein helst ikki før fyri at spæla hetta kappingarárið, og tó at hópurin er bæði sterkur og breiður, so kunnu slíkir leikarar vera truplir at vera fyriuttan.
Higartil hevur tó eydnast liðnum at vinna tveir av heldur truplu dystunum. Komandi vikuskifti verður vitjað á Giljanesi hjá Søljuni, sum veruliga tykist gera um seg í ár, og so er spurningurin, hvørt tað aftur tá liggja tvey stig eftir til Stjørnuna.
Og so prógvaði Neistin við sínum avriki, at eisini tær vilja fegnar spæla við í oddinum í ár. Eitt spæl, sum tey flestu annars mundu halda fór at snúgva seg um Stjørnuna og VB aftur í ár. At tapa í Klaksvík er so eingin skomm í so máta, og spennandi verður nú at vita, hvørt tað fer at eydnast Neistanum at halda fast um góðu støðuna á stigatalvuni.
Fakta um dystin
Stjørnan-Neistin 25-22 (9-9)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 8(1), Katarina Stepanov 6(2), Bára S. Klakstein 5, Joan M. Djordjevic 3, Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 1, Beinta Joensen 1
Neistin: Simona Dziugyte 9(2), Marjun Tróndarson 4, Ása Dam á Neystabø 4, Annika Thomsen 2, Kára á Dunga 2, Mia Káradóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 7, Neistin 2
Útvísingar: Stjørnan 4, Neistin 5
Dómarar: Hartvig Joensen & Pole Hansen