Neistin er longu eitt gott boð upp á ein FM vinnar. Aftaná tríggjar dystir hevur liðið framvegis fult stigatal og eina málúrtøku, sum sigur +28.
Sunnudagin vóru tær bláu úr Havn á vitjan í Klaksvík. Longu frá byjan var greitt, at Neistin var væl sterkara liðið. Fyrstu trý málini fullu Neistan í lut og tað myndaði líka sum gongdina restina av dystinum.
Støðan í hálvleikinum var 16-9 til Neistan.
Gongdin í seinna hálvleiki var tað sama, har Neistin støðugt økti um leiðsluna, sum bleiv heili 13 mál tá samanumkom.
Stóri spælarin hjá Neistanum var Barbara Brauer, sum skjeyt heili níggju mál. Hon skoraði fýra í fyrra hálvleiki og fimm í seinna. Tað var Duritu Christophersen at takka, at Stjørnan kom livandi frá fyrra hálvleiki. Hon skjeyt fimm av sínum seks málum í fyrra hálvleiki. Millum annað skoraði hon fýra mál upp í slag fyri heimaliðið beint fyri hálvleik.
Neistin er greitt oddalið í bestu deildini hjá kvinnum, meðan Stjørnan eftir tríggjar dystir framvegis einki stig hevur fingið.
Stjørnan – Neistin 34-21 (9-16)
Stjørnan: Durita Christophersen 6, Ella Petersen 5, Eyðvør Klakstein 3, Lovisa Lassen 3, Edith Hansen 2, Joan M. Joensen 1, Durita Thomsen 1
Neistin: Barbara Brauer 9, Marjun Damberg 5, Nicoleta Hansen 5, Ása á Neystabø 4, Bára Hansen 4, Jacklin Durhuus 3, Lilja Mohr 2, Rakul Augustinussen 1 og Birita Jacobsen 1