Neistin og Stjørnan eisini í hálvfinaluni

Tað er nú greitt hvørji tey fýra liðini eru, sum skulu spæla í hálvfinalunum í Coca Cola Cup steypakappingini hjá kvinnum. Umframt VB og Kyndil, so vunnu Neistin og Stjørnan sínar fjórðingsfinalur í kvøld.

 

Besta liðið hjá Neistanum hevði í kvøld vitjan av StÍF í høllini á Hálsi. Dysturin var leingi javnur, men seinasta korterið fór Neistin framum og vann. Tá Neistin fyrst kom á odda við nøkrum málum, so var ongantíð nakar ivi. Úrslitið var 30-21.

 

Í Klaksvík vann Stjørnan greiðan á næst besta liðnum hjá Neistanum. Endaliga úrslitið gjørdist 35-23 til heimaliðið.

 

Sostatt er greitt, at tey fýra liðini, sum eru í pottinum til hálvfinalu lutakastið eru Neistin, VB, Kyndil og Stjørnan.

Coca Cola Cup Steypakapping kvinnur – fjórðingsfinalur

VÍF/Tjaldur-VB 22-25

Kyndil 1 – Kyndil 18-44

Neistin-StÍF, 30-21

Stjørnan-Neistin 1 35-23