Kyndil hevur seinastu vikurnar havt lítið og einki at spælt fyri, og tað merkist væl, staðfestir Torvald Abrahamsen úr havnarfelagnum:
– Sjálvsagt er tað harmiligt, at dystirnir ikki hava stórvegis týdning. Men vit fara altíð fyri at vinna og gera okkara besta. Annars er eingin meining við at spæla dyst, sigur Torvald Abrahamsen.
Komandi vikuskiftið spæla tit móti Neistanum. Hvussu er útlitini fyri tann dystin?
– Vit skulu í øllum førum syrgja fyri, at Neistin ikki kemur í finaluna, staðfestir Torvald Abrahamsen.
uni