Manshondbóltur
Hondbóltskappingin í ár hevur boðið upp á fleiri óvæntað úrslit, og mikukvøldið kom enn eitt í røðini, tá Tjaldur megnaði at taka annað stigið við sær úr Havnini, har teir vitjaðu Neistan.
Undan dystinum var Neistin ájavn VÍF á fremsta plássinum, meðan Tjaldur var púrasta einsamalt í botninum, og tí mundu fá ivast í, at her skuldi gerast talan um tryggan sigur til heimaliðið.
Tjaldur hevur tó áður víst, at teir kunnu gera ein vørr. Millum annað vunnu teir útidystin á StÍF í grundspælinum, og nú gekk tað so útyvir Neistan.
Sum skilst, so var talan ongantíð um tað stóra leikliga upplivilsi á Hálsi mikukvølidið. Lítil ferð og nógv rótan stóð ovarlaga á dagsskránni, men spenningurin á máltalvuni helt sær tó alla tíðina.
Eftir at Tjaldur hevði fingið betru byrjanina, tók Neistin yvir eitt skifti, men gestirnir vildu ongan tíð sleppa takinum. Fleiri ferðir royndi heimaliðið at skrykkja seg leyst, men hetta eydnaðist ongantíð, og fram móti endanum var tað meira so, at Tjaldur var frammanfyri.
Javnleikur gjørdist tó endaliga úrslitið, og fyrst og fremst setir hetta kanska spurnartekin við, í hvønn mun teir bláu eru førir fyri at fylgja við í oddinum. Enn er munurin at kalla eingin millum StÍF, VÍF og Neistan, men stigamissis móti ávíkavist H71 og Tjaldri eru í øllum førum ikki tað, sum roknað verður við av einum oddaliði.
Dysturin í tølum
Neistin-Tjaldur 27-27 (17-14)
Málskjúttar:
Neistin: Ragnar Stakksund 7, Jón Ludvig 6, Áki Mørk 6(2), Kári Mortensen 4, Helgi Justinussen 3, Morgan Knezevic 1
Tjaldur: Sverri Justinussen 9, Dragisa Stojovic 7(1), Zoran Sarcevic 4, Arnfinn Langgaard 3, Mortan Hansen 3, Tórhallur Thomsen 1
Brotskøst: Neistin 2, Tjaldur 2
Útvísingar: Neistin 4, Tjaldur 1
Dómarar úr Kyndli: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum.