Neistin vann 30-16

Neistin hevði ongar trupulleikar av Stjørnuni í kvøld og er nú enn greiðari oddalið.

Oddaliðið í Hvonndeildini, Neistin, hevur hevði í kvøld vitjan av Stjørnuni. Talan var um klassamun stórar løtur av dystinum. Neistin vann 30-16 eftir at hava verið á odda 16-7 í hálvleikssteðginum.

 

Eina løtu í seinna hálvleiki var munurin 18 mál, men tá valdi Neistin at senda nakrar óroyndar leikarar á vøllin og munurin minkaði nakað.

 

Neistin er á fremsta plássi nú trý stig frammanfyri Kyndil, sum sunnudagin skal á vitjan hjá VB í Vági.

 

 

54min.: 29-14 til Neistan. Judit Olsen við tveimum frálíkum málum frá høgra vongi. Hon hevur verið besti spælari hjá Stjørnuni í dag, eingin ivi um tað.

 

 

51min.: 29-12 til Neistan. Ferðin er farin úr dystinum og Neistin tekur time-out.

 

 

48min.: 29-11 til Neistan. Tvær av teimum blaðungu hjá Neistanum, Tórhalla Thorsteinsson og Guðrið Poulsen, eru nú slopnar at royna seg.

 

 

44min.: 27-10 til Neistan. Anna Jakobsen verður spæld leys á strikuni, og hesaferð tekur hon av møguleikanum.

 

 

42min.: 27-9 til Neistan. Veteranarnir, Jacklin Durhuus og Annika Thomsen, við hvør sínum máli.

 

40min.: 25-9 til Neistan. Skjótálopini regna oman yvir Stjørnuna, sum hvørki hevur ferð ella orku at renna aftur.

 

35min.: 20-8 til Neistan. Mina Sirdal við eini kanónkúlu, men Milica Rankovic brýtur ígjøgnum og skorar fá sekund seinni.

 

34min.: 19-7 til Neistan. Lilja Mohr er nú eisini at finna á mílalanga listanum yvir Neista-leikarar, ið hava skorað eftir mótálop.

 

 

32min.: 18-7 til Neistan. Milica Rankovic við brotskasti og innskifta Annika Thomsen syrgir fyri, at Neistin byrjar seinna hálvleik har, sum tær sleptu í fyrra.

 

 

Hálvleikur: 16-7 til Neistan. Í seinasta álopinum í fyrra hálvleiki rakar Eir Berg málverjan hjá Stjørnuni, Raluca Ungurreanu, í andlitið. Tað var av óvart og hon fær ikki útvísing.

 

 

29min.: 16-7 til Neistan. Simona Florea er komin á máltalvuna hjá Stjørnuni og Neistin tekur time-out.

 

27min.: 15-6 til Neistan. Anna Jakobsen misnýtir tveir risa møguleikar. Í hinum endanum vísir Eir Berg skotstyrki og økir.

 

 

25min.: 14-6 til Neistan. Álopsspælið er alt annað enn vakurt hjá Stjørnuni í løtuni. Milica Rankovic í mótálop og nú eru heili átta mál á muni!

 

24min.: 13-6 til Neistan. Stjørnan roynir seg við at mansverja Milicu Rankovic, men standandi langar Eir Berg bóltin í netið.

 

22min.: 12-6 til Neistan. Stjørnan lorkar bóltin burt í yvirtalsstøðu og Bára Hansen strýkur einsamøll avstað og skorar.

 

20min.: 11-6 til Neistan. Eir Berg fær mál frá vonginum. Mina Sirdal stríðir seg til brotskast og tveir minuttir til Neistan, men brotskastið rakar hon á tvørstongina.

 

 

16min.: 10-5 til Neistan. Tvey mótálop afturat enda við, at Neistin nú er á odda við fimm málum. Útkøstini hjá Marianu Lucic í Neista-málinum eru óhugnaliga neyv og revsa Stjørnuna.

 

14min.: 8-5 til Neistan. Tvey teknisk mistøk hjá Stjørnuni verða revsa við mótálopum og málum. Judit Hansen heldur Stjørnuni inni í dystinum og minkar til 8-5.

 

 

12min.: 6-4 til Neistan. Ein væl uppløgd Judit Hansen við dundurskoti upp í málhornið, men fá sekund seinni ger Milica Rankovic tað sama.

 

 

10min.: 5-3 til Neistan. Judit Hansen verður spæld leys á vonginum og minkar til 4-3, men Milica Rankovic og Bára Hansen fullføra gott mótálop, sum endar við, at Bára skorar.

 

8min.: 4-2 til Neistan. Neistin hevur lagt fyri við avgjørdum verjuspæli, men tær í Stjørnuni royna at spæla seg úr trupulleikunum.

 

 

5min.: 2-1 til Neistan. Neistin vann yvirtalsstøðuna 1-0, men nú hevur Milica Rankovic fingið útvísing fyri harðliga takkling. Tvær ferðir tveir minuttir longu eftir fýra minuttum!

 

2min.: Javnleikur 1-1. Mina Sirdal legði Stjørnuna á odda, men tær úr Klaksvík hava síðani fingið tveir minuttir útvísing og Neistin hevur javnað.