Neistin vann í Kollafirði

Neistin vann ein tættan dyst, har teir vóru frammanfyri nærum allan dystin. Kollfirðingar megnaðu tó at geva havnamonnum harða mótstøðu, tí munurin eftir síðsta bríksl var bert tað eina málið.

Dysturin endaði 26-27, eftir at hálvleikstøðan var 13-14.

Hjá KÍF var Damir Oros besti málskjútti, við seks, meðan Dan Torleivson hjá Neistanum var bestur hjá havnamonnum, við sjey málum.