Neistin vann óvanliga málfátækan dyst

Tað komu bara 27 mál, tá kvinnurnar hjá Neistanum vunnu á grannunum úr Kyndli í dag

Tað komu óvanliga fá mál, tá Neistin í dag vann 16-11 á Kyndli í Hvonn-deildini. Tað er heldur sjálvsamt í føroyskum topphondbólti, at tað bara koma 27 mál í einum dysti.

 

Tað sæst eisini aftur á toppskjúttaralistanum, har Marjun F. Damberg úr Neistanum bleiv toppskjútti í dystinum við fimm málum. Toppskjúttar hjá Kyndli vóru Randi S. Wardum og Turið Arge Samuelsen við trimum í part.

 

Í Klaksvík vann Stjørnan 20-17 á StÍF. Marta Beljic úr Stjørnuni varð toppskjútti við seks málum,e meðan Rebekka Justinussen og Birna Tummasardóttar skutu fimm í part fyri StÍF.

 

Neistin er nú trý stig fremst í Hvonn-deildini, meðan Stjørnan nú hevur yvirhálað StÍF og er á fjórða plássi.

 

Hvonn-deildin:

Neistin – Kyndil 16-11

Stjørnan – StÍF 20-17

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin122932227121
2Kyndil122812255618
3VÍF112872612614
4Stjørnan12243313-708
5StÍF12243286-436
6VB11230270-403