Neistin vann sannførandi á H71

Aldursforsetin helt fast um oddasessin, tá hoyvíkingar vitjaðu. Veruligur spenningur var sjáldan um úrslitið

Hondbóltur

Tá Neistin og H71 brustu saman sunnudagin, var talan um topp ímóti botnið. Neistin hevði undan dystinum tr? stig, meðan H71 enn ikki er komið á stigartalvuna.
Væl av fólki høvdu leitað sær niðan í høllina á Hálsi sunnudagin, tá ið Neistin og H71 møttist í triðja leikumfari. Hóast talan var um topp ímóti botnið, so sást tað ikki á dystinum fyrrenn miðjan seinna hálvleik, tá neistamenn gjørdu bart og struku avstað, og harvið vunnu sera sannførandi tá ið samanumkom. Menn vóru sera uppsettir, erpaðu sær av hvørjum máli og lagið var gott bæði á og uttanfyri vøllin.
Liðini vóru sera jøvn ígjøgnum allan fyrra hálvleik, tey skiftust um at hava leiðsluna, og tá ið farið var til hálvleiks, vóru neistamenn á odda við einum máli. Fyrri hálvleikur var ferðmikil, og væl leiktur við nógvum góðum kombinatiónsspæli frá báðum liðum. Hjá Neistanum var tað serliga Dragisa Stojovic og Blagoje Buha sum royndist sera væl. Meðan fyri H71 vóru tað Halgir D. Olesen og leikandi venjarin Henrik Gester, ið stóðu fyri at gera tey flestu málini.
Hvat neistamenn hava tosað um í hálvleikinum veit eg ikki, men teir løgdu væl út, og tað var ikki long tíð gingin áðrenn teir høvdu vunnið sær eina greiða yvirvág, sum H71 ikki megnaði at hála inn aftur. Tað er eisini vert at nevna at H71, ikki skoraði nakað mál í útvið eitt korter í seinna hálvleiki. Ikki tí møguleikarnir ikki vóru til tað, men tí verjan hjá Neistanum stóð væl, og tað sum hon ikki tók, tað tók Zeljko Jotic í málinum. Hann leikti ein sera góðan dyst í málinum, og við sínum nógvu bjargingum tók hann fullkomuliga pippið frá nøkrum av H71 leikarunum. Neistamenn harafturímóti spældu góðan álopshondbólt, og komu til nógvar royndir, sum teir megnaðu at umseta til mál í flestu førðum. Endaliga støðan gjørdist at Neistin vann 32-22 ímóti H71

Breiðari hóp.
At neistamenn hava eitt gott lið er einki at ivast í. Tað vístu teir við at vinna í Vestmanna og so aftur sunnudagin sera sannførandi ímóti H71. Neistin hevur ein breiðari hóp enn H71, og tað kom tíðuliga til sjóndar í dystinum. Neistin hevur fleiri ið gera málini, eitt nú er Dragoisa Stojovic ein sera góður skjúttið og sunnudagin skoraði hann níggju mál. Men tað eru eisini aðrir, ið kunnu taka ábyrgdina á seg, eitt nú Blagoje Buha og Áki Mørk. Neistin kundi gera nógvar útskiftingar so skjúttarnir fingu hvíld, uttan at tað darvaði spælinum.
H71 spældi so at siga við somu monnum at kalla allan dystin, og tað sást serliga í seinna hálvleiki, tá ið kreftirnar byrjaðu at ganga undan. Henrik Gester og Halgir D. Olesen eru framúr góðir leikarir, men teir megna ikki at bera liðið ein heilan dyst. Henrik Gester byrjaði við at spæla bæði álop og verja, men í seinna hálvleiki var hann fyri tað mesta bara í álopinum, tað kann sjálvandi vera orsaka av at hann hevði tvær útvísingar hangandi yvir høvdinum á sær, og tí var í vanda fyri at blíva burturvístur.
Eftir dystin sunnudagin stendur tað greitt, at Neistin varðveitir oddasessin í bestu mansdeildini, saman við grannanum Kyndli, og at H71 enn er niðast við ongun stigi. Komandi dyst skal Neistin taka ímóti KíF á Hálsi, meðan H71 á heimavølli skal takast við meistararnar úr StÍF.

Dysturin í tølum
Neistin-H71 32-22 (14-13)
Málskjúttar
Neistin: Dragisa Stojovic 9, Blagoje Buha 8(1), Áki Mørk 5, Ári Rouch 2, Birgir Kass 2, Helgi Justinussen 2, Dann Thorleifsson 1, Karl Oddmar Rasmussen 1, Helgi Michelsen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 6(2), Henrik Gerster 5(1), Niels Viggo Niclasen 4, Jákup á Borg 2, Heini Bendtsen 2, Johnny Durhuus 1, Olaf Vestergaard 1, Esbern Patursson 1
Brotskøst: Neistin 2, H71 5
Útvísingar: Neistin 4, H71 5
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum