Síðani fríggjadagin hevur besta manslið hjá Neistanum verið niðri á venjingarlegu, sum fyrst og fremst er fyrireiking til EHF Cup-dystirnar um vikuskiftið ímóti serbiska stórfelagnum, RK Metaloplastika Zorka. Neistin spælir fyrra dystin fríggjakvøldið klokkan 19.30 og seinna dystin sunnumorgunin klokkan 10.
– Meðan vit hava verið í Danmark, hava vit fingið vant hvønn dag og eisini spælt nakrar dystir ímóti liðum, sum eru sterkari enn vit. Vit vita jú, at serbiska mótstøðan verður bæði størri og sterkari enn vit, sigur Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum, hvør ferðalag fer úr Danmark til Serbia í morgin.
– Vit hava sæð upptøkur av Mataloplastika, sum vísa okkum eitt lið, ið bæði telur spælarar, sum eru yvir tveir metrar høgir, og spælarar, sum viga yvir 100 kilo. Teir spæla kanska nokk so seinan hondbólt, men tað verður øgiliga tungt at koyra ímóti teimum.
Spælararnir hjá Neistanum fyrireika seg bæði til EHF Cup-dystirnar í Serbia, umframt at teir gera seg klárar til eitt kappingarár, har teir skulu verja meistaraheitini í bæði lands- og steypakappingini. Teir hava vant saman allan august mánað, og undan tí hevur styrkivenjing verið á skránni hjá teimum hvør sær.
– Hugsa vit um, hvør tíðin er á árinum, er tað á einari leið hjá okkum, men av tí at tað er trupult hjá okkum at fáa dystarvenjing í Føroyum hesa tíðina, kemur væl við, at vit hava fingið spælt ímóti nøkrum liðum niðri hesar dagarnar, sigur Ingi Olsen.
– Serbiskur hondbóltur er so góður, at skulu vit gera nakað við teir, mugu allir hjá okkum spæla upp til sítt allarbesta í senn. Í fjør vóru vit eisini í Serbia og spældu, so vit vita, at óansæð hvussu mótstøðuliðini í hesum kappingunum eita, so er talan um stórar og sterkar spælarar, ið kortini hava skjótleikan.
Triðja árið á rað
Hetta er triðja árið á rað, at mansliðið hjá Neistanum roynir seg í europeisku kappingunum. Í fyrraárið var Neistin við í kappingini fyri meistaralið og spældi ímóti HC Lovcen úr Montenegro, og í fjør var Neistin í kappingini fyri steypavinnarar, tá mótstøðuliðið var HC Kolubara úr Serbia.
Hesa ferð, eins og í fjør, verða báðir teir europeisku dystirnir hjá Neistanum spældir á útivølli, og tað er fyrst og fremst av fíggjarligum áðum. Men í fyrraárið var talan fyrst um útidyst og síðani heimadyst, sum varð spældur í ítróttarhøllini á Hálsi, tá Neistin framdi tað bragd at vinna 33-32 á montenegrinska mótstøðuliðnum.
– Ítróttarliga er eingin ivi um, at tað hevði verið ein fyrimunur hjá okkum, um vit kundu spælt í øllum førum annan dystin heima í Føroyum. Stuðulin frá okkara áskoðarum hevði hjálpt væl til, umframt at lið frá Balkan hava tað fyri, at tey gjarna spæla munandi verri úti enn heima, sigur Ingi Olsen.
– Niðri í Serbia er tað soleiðis, at har er mestsum alt loyvt, so áskoðararnir buldra og gera øgiliga nógv um seg. Eitt øgiligt trýst verður lagt á dómararnar, sum tí kunnu hava ilt við at standa ímóti – uttan at tað kortini skal vera nøkur umbering. Men tað kann vera sera torført at fáa líkinda úrslit undir slíkum umstøðum.
Óansæð úrslitið av teimum báðum dystunum niðri í Serbia um vikuskiftið, heldur Neista-venjarin tað vera ein góðan fyrimun undan einum longum vetri við bæði lands- og steypakapping, at lið hansara fær fleiri venjingardystir, áðrenn kappingin heima í Føroyum fer í gongd. Serliga heldur hann tað koma væl við, at hetta alt eru dystir ímóti sterkari liðum.