Nýggja Neo-flogfarið hjá Atlantic Airways, sum eftir ætlan skuldi verið í Føroyum nú klokkan 15, lendir eftir øllum at døma ikki fyrr enn kl 16:45.
Nýggja Neo-flogfarið tekur 30 fleiri ferðafólk enn flogførini, ið Atlantic hevur í flotanum í løtuni. Eisini er óljóðið frá flogførunum 50% minni enn hjá hinum, og Neo-flogfarið brúkar 20% minni brennievni.
Eftir ætlan kemur eitt Neo-flogfar aftrat á vári í 2020. Fyri einum mánaði síðani undirskrivaði Atlantic Airways sáttmála við Airbus um tvey nýggj neoflogfør, sum skulu latast felagnum í ávíkavist 2023 og 2024.
Nýggja flogfarið hevur fingið eyðkennisbókstavirnar OY-RCK, og tað lendir altso klokkan 16:45.