Nertir ikki okurs ferðaendurgjald

Landsstýrið nertir ikki okurs ferðaendurgjald. Alt meðan almenn starvsfólk verða tvungin niður í løn, hevur samgongan slept ætlanini at javnseta landsstýrisfólk við aðrar borgarar, tá tað kemur til ferðaendurgjald.

Tað skrivar Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, í lesarabrævi í kvøld.

Hann vísir á, at uppskotið at strika sonevnda kostnaðarendurgjaldið til landsstýrisfólk og løgtingslimir var partur av samtyktu játtanarkørmunum í vár, og lógaruppskotið var klárt at leggja fyri løgtingið, tá løgmaður skrivaði út val.

Kostnaðarendurgjaldið er endurgjald fyri útreiðslur í samband við ferðing til og frá arbeiðsplássinum og kann samanberast við ferðaendurgjaldið, sum vanligi borgarin kann søkja um.

- Munurin er tó, at ferðaendurgjaldið hjá politikarum er so nógvar ferðir hægri enn hjá vanliga borgaranum. Ein tingmaður úr Gøtu fær 54.000 skattafríar krónur fyri at pendla til Havnar í arbeiðsørindum, meðan bygdamaðurin, sum hevur vanligt borgarligt starv í Havn, fær 6.400 krónur ella átta og eina hálva ferð minni, skrivar Aksel V. Johannesen.

Hann leggur aftrat, at tað eisini er gott at vera landsstýrismaður.

- Eitt nú fær landsstýrismaður við bústaði í Klaksvík 157.000 skattafríar krónur um árið, sum svara til 13.100 krónur um mánaðin. Gev gætur at hetta er eftir skatt, og at kostnaðarendurgjaldið er eitt ískoyti til lønina hjá landsstýrismanninum.

Aksel V. Johannesen sigur, at farna samgonga hevði sett út í kortið at strika hetta serliga ískoyti fyri at javnseta politikarar við vanliga føroyska borgaran.

- Tí, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, so gløgt segði i viðtalu við fjølmiðlarnar, so er tað ”ikki rímuligt, at tingfólk fáa fleiri ferðir so nógvar pengar í ferðaendurgjaldi, sum vanlig fólk. Tað kostar tað sama at flyta eitt tingfólk, sum ein vanligan borgara”.

- Men nú er ætlanin slept. Í staðin fáa landsstýrisfólk ein trivaligan skattalætta á 50.000 krónur, skrivar Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins í lesarabrævinum í kvøld.