Allir netbankarnir í Føroyum eru óvirknir í morgun, og umframt at vera til ampa hjá vanligum viðskiftafólkum, ið vilja avgreiða teirra peningaviðurskifti, kemur óvirknið illa við hjá fyritøkum, ið skulu lata MVG inn í dag.
Tí tað er í dag, at MVG uppgerðin skal latast inn og gjaldast.
Bjarni Arge, samskiftisleiðari hjá Betri Banka, sigur við in.fo, at bankin er varugur við trupulleikan, men at trupulleikin liggur í Danmark, og tí er ikki so nógv, sum peningastovnarnir heima í Føroyum fáa gjørt við tað.
Tað ber ikki til at siga, júst nær trupulleikin verður loystur, men væntandi verður tað sum skjótast.
Bjarni Arge sigur eisini, at bankin hevur fingið nakrar fyrispurningar frá kundum, ið ørkymlast um MVG'ið, men at skipanin skuldi komið í lag aftur rættstundis, soleiðis at MVG viðurskiftini kunnu avgreiðast í dag.
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Taks enn.