SDC í Danmark, sum stýrir øllum netbankum í Føroyum og í Danmark, hevur stórar trupulleikar í morgun.
Tað tey komu til arbeiðis í BankNordik í morgun virkaðu telduskipanirnar heldur ikki, sum tey brúka innanhýsis.
Rúna Rasmussen á marknaðardeildini í BankNordik sigur, at tey vita ikki, nær netbankin fer at virka aftur.
– Vit fingu fyrstu boðini um trupulleikarnar klokkan 6:44 í morgun. Tá virkaðu heldur ikki skipanirnar, sum vit nýta innanhýsis og heldur ikki sjálvtøkurnar, sigur Rúna Rasmussen.
Men nú hevur SDC fingið nakrar av innanhýsisskipanunum í bankanum at virka aftur, og sjálvtøkurnar eru eisini virknar aftur. Nú er eftir at loysa trupulleikarnar við netabankanum – eisini á telefonini.
Talan er um stórar trupulleikar hjá SDC, sum umfata Føroyar, men eisini netbankan í Danmark.
– Vit fáa loypandi kunning frá SDC, og vit kunna um tað á heimasíðuni, sigur Rúna Rasmussen.
Kunningin frá bankanum sæst VIÐ AT TRÝSTA HER