Nevin vann øðrvísi ólavsøkudyst

Nevin og Bob?arin eru tvey áhugafeløg, sum ungir menn í havn hava stovnað. Hvør sær samlast teir nakrar ferðir um árið og hugna sær.

 

- Vit royna bara at gera eitt vanligt leygarkvøld til meiri enn eitt vanligt leygarkvøld. Vit skipa fyri Bob kapping, yvirskegga ball, tunnusláttur og ymiskum øðrum, sigur John Hansen úr Bob?arinum.

 

Síðani 2007 hava áhugafeløgini so møtst í einum fótbóltsdysti um heiti sum besta áhugafelagi. Nevin vann tað í 2007 og 2008, meðan Bob?arin vann tað í 2009. Í dag vann so Nevin 3-0 og hevur rætt at kalla seg besta áhugafelagið í eitt ár.

 

- Tá vit sóu, at tað var eitt annað áhugafelag til, so hildu vit at tað var rætt at spæla ein dyst um árið, fyri at avgera hvør er betri. Í 2007 spældu vit dystin um veturin, men síðani hava vit spælt um á Ólavsøku, sigur Finnur Jensen, ið er limur av áhugafelagnum Nevin.

 

Fleiri fólk vóru komin í Gundadal at hyggja eftir heldur ørvísi og stuttliga ólavsøkudystinum, sum hevur ein lættan og stuttligan dám yvir sær.

 

Myndin:

 

Aftast frá vinstru: Jógvan Kruse, Jón Clementsen, Høgni Fagraberg, Finnur Jensen, Jákup Andreas Thomsen

Petur Mohr Niclasen, Ólavur Dalsgarð, Roar Gyldenkærne Dalsgarð, Ísak Sambleben, Rúni Korsgaard.

 

Fremst frá vinstru: Rúni Johannesen, Martin Andreas Kruse, Óli Olsen (liggjandi), Sveinur Dam (liggjandi),

Michael Jensen

 

Ári Danielsen, Páll Oddur Lamain Rubeksen, Torkil Rasmussen og Bogi Højgaard vænta á myndini.