Nevndarval var ongantíð mítt borð

Magni Arge dugir illa at skilja, hví hansara persónur skal dragast upp í málið um nevndarvalið í Atlantic Airways

Johan Dahl sigur í dag, at høvuðsorsøkin til, at hann ikki vildi hava Berg Poulsen sum nevndarformann í Atlantic Airways, var, at Bergur Poulsen og táverandi stjórin, Magni Arge, kendust ov væl. Hartil sigur landsstýrismaðurin, at hann heldur tað vera langt úti, at Magni Arge kundi kunna aðalstjóran í Vinnumálaráðnum um tilmæli frá setanarbólkinum, 12 dagar áðrenn setanarnevndin kunnaði landsstýrismannin.

 

- Eg skilji ikki rættiliga, hví eg skal dragast inn i hetta málið. Hetta var eitt nevndarmál og ikki eitt stjórnarmál sambært reglunum hjá felagnum. Innstillingarnevndin skipaði sjálv sítt arbeiði, og hvørki eg sum forstjóri – ella nakar annar í stjórnini, so vítt eg veit – tók lut í viðgerðini hjá innstillingarnevndini, sigur fyrrverandi stjórin í Atlantic Airways.

 

Lesið eisini: Magni og Bergur kennast ov væl

 

- Tað er rætt, at eg hevði ein kunnandi fund við nýggja aðalstjóran í Vinnumálaráðnum, har eg greiddi frá viðurskiftum rundanum felagið og loftferðslu í Føroyum. Hetta var ein generel kunning, og nomið varð eisini við tey formligu viðurskiftini, sum felagið virkaði undir - bæði mótvegis loftferðslumyndugleikum og sum felag skrásett í keypsskálunum. Ivaleyst havi eg greitt frá reglunum um innstillingarnevnd, og vit hava eisini skift orð um framtíðar leiðslu felagsins. Men havi ikki sagt aðalstjóranum frá úrslitinum av arbeiðinum hjá innstillingarnevndini, tí stjórnin var hildin uttanfyri ta viðgerðina, sigur Magni Arge, sum heldur ikki dugir at skilja páhaldið um, at hann og Bergur Poulsen vóru ov væl.

 

- Tað er rætt, at eg havi sitið í nevnd saman við Bergi Poulsen í Arbeiðsgevarafelagnum í eitt áramál, og í tí sambandinum kenni eg mannin. Aðrar vidmerkingar havi eg ikki til málið, sigur Magni Arge.

 

Lesið eisini: Stýrir Atlantic úr Tinganesi