Fríggjadagin varð skipað fyri ársfundi í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í Perluni í Havn, har umboð fyri kommunurnar og aðrir limir í felagnum møttu til fundar.
Á skránni var millum annað nevndarval, men tað gjørdist aldrin tann heilt stóri spenningurin um valið. Øll nevndin varð nevniliga afturvald, tó at onkur broyting var millum tey varalimirnar.
Á myndini: Jákup av Skarði, nevndarlimur (Føroya Lærarafelag), Viviann Johansen, varalimur (Trygd), Kári Thorsteinsson, nevndarformaður (løgreglumaður), Ingunn Eiriksdóttir, nevndalimur (Tórshavnar kommuna), Eiler Fagreklett, nevndarlimur (Tryggingarfelagið Føroyar), Lovisa Glerfoss, varalimur (Vága kommuna), Brynhild Høgnadóttir, stjóri í RFF, Armgarð Steinhólm, nærsformaður (Landsverk) og Mikkel Heide Frandsen, varalimur (Landsverk).