New Orleans framvegis í sori

110 milliardir krónur eru higartil brúktar til at rudda Nrw Orleans eftir ódnina Kathrinu, men enn er langt á mál. Samstundis keglast myndugleikarnir um, hvør skal gjalda endurbyggingina.

Tríggjar mánaðir eftir at ódnin "Kathrina" legði meginpartin av amerikanska býnum New Orleans undir í vatni og sjógvi, eru ruddingarfólkini so dánt liðug við at beina ta seinastu rununa av vegnum. Higartil hava myndugleikarnir brúkt einar 110 milliardir krónur til neyðhjálp og rudding, men eftir stendur spurningurin, hvør skal gjalda ta ovurhonds stóru upphæddina, sum tað fer at kosta at byggja býin uppaftur.

Arthur G. Jones, sum hevur ábyrgdina av endurbyggingini, sigur við Washington Post, at sambært summum metingum fer endurbyggingin at kosta einar 650 milliardir krónur, men at tað eru aðrar metingar, sum siga tað tvífalda. Sum dømi nevnir hann, at tað fer at kosta meiri enn 100 milliardir krónur at laða byrgingarnar kring býin uppaftur, men harafturat koma vegir, brýr og ymsar kaðalskipanir umframt umleið 60.000 hús, sum mugu takast niður.

Enn búgva umleið 150.000 New Orleans-búgvar á gistingarhúsum ymsastaðni. Higartil hava myndugleikarnir goldið rokningina, men í síðstu viku boðaðu teir frá, at eingir pengar eru eftir, og at fólk tí mugu gjalda sjálvi.

Kongressin í Washington hevur játtað 370 milliardir krónur til at endurbyggja New Orleans, men enn er bara ein lítil partur av játtanini goldin, tí ivi er um, hvør skal gjalda hvat, landið ella staturin Louisiana.

Trupulleikarnir í New Orleans eru ovurstórir. Umleið 200.000 arbeiðspláss í býnum eru horvin, so tey flestu, sum eru vend heimaftur, hava einki arbeiði at fara til. Næstan helmingurin av býnum hevur ongan streym, og sambært blaðnum Christian Science Monitor eru teir flestu handlarnir stongdir enn.

-Búskaparliga mugu vit byrja upp á nýtt. Eg kann ikki minnast nakað, sum minnir um hetta. Kanska jarðskjálvtin í San Fransisco í 1906, sigur leiðandi búskaparfrøðingurin hjá myndugleikunum í Louisiana, Greg Albrecht, við blaðið.