Vísindaliga grundarlagið er klettafast. Onki grundarlag er fyri at seta spurnartekin við neyðugu skerjingina av CO2 útlátinum. Krøvini byggja á klettafastar vísindaligar niðurstøður. Í 20 ár hevur eitt altjóða panel av 4.000 serfrøðingum arbeitt í ST-nevndini IPCC – International Panel of Climate Change – og lagt óreingiliga, vísindaliga grundarlagið fyri neyðugu politisku avgerðunum:
IPCC hevur útgreinað orsøkirnar til veðurlagsbroytingarnar, sum longu henda og fara at koma.
Tað hevur útgreinað og lýst avleiðingarnar av verandi og komandi veðurlagsbroytingum.
Og tað hevur víst á, hvørjar møguleikar heimsins lond hava fyri at steðga og venda gongdini, um sleppast skal undan óbøtiligum katastrofum.
Ùt frá hesum hava verið hildnar 14 altjóða veðurlagsráðstevnur higartil. Nú verður tann 15. og týdningarmesta av teimum øllum í Keypmannahavn um ein mánað – COP15 kallað.
Kunnu ikki steðga upphitingini, men noyðast at minka vøksturin
Fyri at sleppa undan størstu vanlukkunum, er neyðugt at hitalagið globalt ikki økist meir, helst minni, enn 2° í allari hesi øldini. Tá verður lagt upp fyri, at tað ikki er gjørligt at støðga vøkstrinum í útlátinum og harvið upphitingini her og nú, men at vøksturin má verða minst møguligur.
Tað er ongin ivi um, at høvuðsorsøkin til ringu støðuna er tann øgiliga orkutunga ídnaðarmenningin og nærum óendaligi nýtsluvøksturin í ríka heiminum, sum hevur staðið við í meir enn hálvaaðru øld.
Haraftrat kemur tann seinkaða ídnaðarmenningin í menningarlondunum, sum nú tekur dik á seg – harímillum ídnaðarligir risar hava tikið seg upp sum t.d. Kina og India.
Trupulleikin gerst so uppaftur størri av økta trýstinum á CO2 útlátið, sum kemur av ovurstóra fólkavøkstrinum í heiminum, har talið væntast at veksa úr 6 uppí meir enn 9 mia fram til 2050.
Ongin møguleiki er fyri at bremsa ídnaðarliga og búskaparliga vøkstrinum. Serstakliga ikki í menningarlondunum, sum tvørturímóti hava serstakligan tørv á at stimbra og økja um ídnaðarligu menningina. Tí eru kravboðini at menna og fremja nýggjar alternativar formar fyri vøkstri, sum nú ofta verður nevndur grønur ikki-orkutungur vøkstur.
Ógvisligur ójavni millum lond í CO2 útláti – og tí ymisk krøv
Við núverandi gongdini merkir tað, at roknað frá 1990 til 2050 skal útlátið minkast við 50%. Og skulu vit hava nakran kjans at røkka tí, so er neyðugt at útlátið fram til 2020 í heimshøpi verður minkað við 20%. Men aftan fyri miðaltalið liggja ógviliga ójøvn krøv til ymisku londini. Grundin til tað er tann stóri munurin millum londini í CO2 útlátinum, sum er í dag:
USA: 20 tons pr. íbúgva, ES 10 tons - Kina 5 tons - India 1 tons - menningarlond annars langt niðan fyri 1 tons.
Tí vera málini eisini ymisk, og fyri ríku londini merkir tað, at tey skulu skerja útlátið við 80% fram til 2050 - framvegis roknað frá 1990.
Út frá hesum verða eisini settu tølini fyri 2020 avgerandi. Og har eru krøvini til ríku londini, at tey nú til COP15 skulu áseta tøl, sum liggja millum 20 og 40% í minking av CO2 útlátinum.
Ófrávíkilig treyt at USA og Kina spæla við
ES hevur longu boðað frá, at teirra lond vilja binda seg til eina skerjing uppá 20% fram til 2020. Føroyar somuleiðis. Japan vil ganga longur, upp í 25%. Størsti trupulleikin verður tó at fáa teir týdningarmestu leikpartarnar, USA og Kina at spæla við.
Her er ein ófrávíkilig treyt frá øllum øðrum londum, fyri yvirhøvur at fáa nakrað semju um eina veðurlagsavtalu í Keypmannahavn, at eisini USA leggur greið tøl á borðið um teirra minking av útlátinum. Hetta hevur verið stóri trupulleikin higartil.
Samstundis hevur USA tengt sína støðu óloysiliga til eitt krav um, at eisini næststørsta ídnaðarrisin í heiminum, Kina, kemur við greiðum tølum fyri eini minking í útlátinum. At hetta er ein avgerandi treyt skilst greitt av tí veruleika, at við verandi ferð í vøkstrinum væntast kinesiski búskapurin at tvífaldast fram til 2050.
Higartil hevur stórur ivi verið, um USA yvirhøvur verður til reiðar at koma við nøkrum sum helst í Keypmannahavn. Verður tað ikki – og tískil heldur ikki Kina - verður øll ráðstevnan ein dundrandi fiasko, og onki sum helst fer at spyrjast burtur úr, annað enn eitt øgiligt afturstig. ??ES við 20% - USA bert við fjórðinginum
Á okkara fundum hjá donsku-føroysku-grønlendsku ST-tingmannanevndini her yviri í USA, bæði við amerikanska uttanríkisráðið í Washington og embætisfólk við ST-høvuðsborgina í New York, tykist tó at verða greiða málið hjá USA at spæla við – men langt ífrá so væl sum europearar og nógv onnur vildu ynskt. Nógv bendir á, at tað mesta USA vil ganga við til, verður ikki meir enn 17%, roknað frá 2005 – og tað svarar ikki til meira enn 5% roknað frá 1990. Ella bert ein fjórðingur av tí sum ES-londini, og Føroyar, vilja binda seg til.
Stóri spurningurin er, um evropearar - og nógv av menningarlondunum sum seta harðlig krøv til størsta syndaran av CO2 útlátinum – kunnu liva við so smáligum viðspæli frá USA. Nógv bendir tó á, at størsti denturin verður lagdur á at fáa USA við, so væl sum gjørligt, heldur enn at standa við ongum. Tí so er komin gongd á, og málini kunnu við seinni avtalum justerast uppeftir.
Men amerikanarar kunnu fáa kinesarar við sær!
Hinvegin kann USA tað, sum hini ikki megna, nevnaliga fáa Kina við sær – at tey bæði ídnaðarligu stórveldini semjast um ein felags leiklut á veðurlagsráðstevnuni – og tað verður ein veldigur vinningur fyri eina komandi avtalu. Júst í hesum døgum er Obama á eini 3-daga vitjan í Kina, har m.a. teirra støða til eina veðurlagsavtalu stendur ovarliga á breddanum. Ongin annar enn USA kann fáa kinesarar við – ella rættari: teir báðir risarnir vilja treyta sær eina sína´millum javnvág, at hvør teirra bindur seg at gera sítt – ella verður onki!
100 mia. evrur frá ríku til fátæku londini fyri at fremja veðurlagsavtaluna
Sum nevnt undir yvirskrivtini, eru fýra greiðar fyritreytir fyri, at veðurlagsráðstevnan í Keypmannahavn skal kunnu føra til eina altjóða semju um veðurlagsavtalu fram til 2020.?
Ríku londini: ?Fyrsta treytin er, at øll ríku londini skulu leggja tøl á borðið, um hvussu nógv tey vilja skerja CO2 útlátið við. Her er útspælið komið frá ES, Japan og øðrum, men enn verður bíðað í ótolnið fyrst og fremst eftir USA – uttan USA ongin avtala!?
Menningarlondini: ?Onnur treytin er, at tey fátæku menningarlondini leggja greiðar, ítøkiligar virkisætlanir fram, um hvussu tey vilja støðga vøkstrinum í CO2 útlátinum. ?Grundin til at man ikki krevur føst tøl um minking frá menningarlondunum, er at tey ikki vóru við sum avtalupartur í Kyotu í 1990, og so at siga heldur ikki hava skapt trupulleikan við veðurlagsbroytingunum. Men tey skulu kortini við í avtaluna, tí hjá teimum fer tann komandi stóri CO2-tungi vøksturin at liggja. ?Tað er eisini neyðugt at vísa á, at tey ríku londini hava jú í longri tíð flutt størsta partin av teirra meira einføldu og CO2-tungu ídnaðarligu framleiðslu út til lønarbíligu, fátæku menningarlondini – so tað viðvíkjandi CO2-roknskapinum jú lættir um hjá ríku londunum og tyngir hjá fátæku menningarlondunum.?
”No Money – No Deal”: ?Triðja treytin verður ein herskin biti hjá ríku londunum at svølgja, tí hann krevur, at tey lata 100 mia evrur til at fíggja ítøkiligar virkisætlanir, sum kunnu gera tað møguligt hjá fátæku menningarlondunum at tillaga sín ídnaðarliga vøkstur, so hann ikki økir men heldur minkar um vøksturin í CO2 útlátinum. ??Men her er ongin bøn: ”No money – no deal”! Tað er greiða treytin hjá menningarlondunum. Og tað hava ES-londini so eisini tikið undir við í yvirlýsing fyrr í vikuni, har tey vátta sín politiska vilja til at reisa neyðugu fíggingina.??At hetta er nógvur peningur skilst av samanberingini, at hetta er líka nógv sum øll menningarhjálpin, íð tilsamans verður veitt menningarlondunum í stuðli!?
USA og Kina – tann innasta kjarnan: ?Fjórða treytin um at bæði USA og Kina skulu spæla við, skal eg royna at lýsa við myndini niðanfyri. Seinastu mánaðirnar hava tættar samráðingar verið millum mest týðandi londini í UNFCC, ST-veðurlagskommissiónin, sum stendur við ábyrgdini fyri einum góðum úrsliti á ST-veðurlagsráðstevnuni COP15 í Keypmannahavn. ??Tey 16 í Major Economic Forum: ?Tey virknastu londini í samráðingunum hava verið sonevndu MEF-londini, Major Economic Forum, svarandi til ríkastu og týdningarmestu londini, ið eisini standa fyri 80% av øllum útlátinum. Og sum tí eisini skulu lúka harðastu treytirnar, bæði fyri skerjingum í útláti og við at veita alstóru fíggingina uppá 100 mia evrur til veðurlagstillagandi átøk í menningarlondunum. ??Innasta kjarnan: ?Men 2 lond er tó tann innasta og altavgerandi kjarnan, sum mugu koma til eina semju um nakað yvirhøvur skal spyrjast burturúr. USA vil onki uttan samsvarandi tilsøgn frá Kina – og øvugt. Hesar samráðingar teirra millum hava so gingið í einum lagi fyri seg sjálvan – og beint nú í vikuskiftinum fundast báðir ríkisovastarnir í hesum londum á vitjanini hjá Obama í Peking. Ein semja teirra millum verður altavgerandi fyri COP15.??? SHAPE ??192 limalondini í UNFCC: ?Síðan er tað samráðingarnar í tí stóra hópinum við øllum 192 limalondunum í veðurlagskommissiónini hjá ST, UNFCC. Her er høvuðsuppgávan at fáa tey stóru og týdningarmiklu menningarlondini at taka undir við einum útspæli, sum setir greið krøv til minking av útlátinum hjá stóru ríku ”syndarunum”, og sum eisini gevur menningarlondunum bæði rásarúm til at menna sín egna búskap – og kontantan fíggjarligan stuðul til at gera neyðugar umleggingar til meira grønan, orku- og umhvørvisvinarligan vøkstur. ??Júst frá týðandi menningarlondum – sum t.d. Suðurafrika – kemur harðasti kritikkurin av USA og Kina. Meðan ríku MEF-londini hava lyndi til at góðtaka enntá ógviliga lág tøl frá USA og Kina, bara fyri at fáa tey við, so er nógv av menningarlondunum meira harðrend og vilja als ikki verða við til nakað sum helst, um londini við tí nógv størsta útlátinum nú og komandi – tvs USA og Kina – ikki koma við greiðum lyftum um munandi skerjingar av CO2-útlátinum.
Fer so at eydnast at fáa eina bindandi avtalu?
At tað er ov langt útliðið, til at tað ikki eydnast at fáa ein løgfrøðiliga bindandi sátmmála kláran til COP15, er greitt. Men realistiska málið er so at fáa eina politiskt bindandi avtalu, sum so seinni verður útbygd til ein løgfrøðiliga bindandi sáttmáli. Og hetta tykist vilji vera til.
Tann stóri spurningurin er nú, um tað fer at eydnast at fáa allar tær stóru tungu og truplu semjurnar upp á pláss nú í síðstu løtu. Her á ST-høvuðsborgini er hugsanin sum heild positiv: tí tað tykist verða ein ósvitaliga sterkur vilji og sterk opinión fyri at røkka neyðugum og brúkiligum málum fyri veðurlagsrástevnuni, so COP15 kann gerast ein marknaðsteinur fyri at venda skeivu gongdini.
Henda sterka opinión og sterki vilji síggja tey millum politikarar allastaðni frá.
Eisini frá kjarnupørtunum í vinnulívinum, sum duga at síggja, at eitt umskifti í veðurlagspolitikkinum eisini er til teirra fyrimuns.
Eisini frá fólkinum í øllum londum, har bæði vanligi borgarin og ótal av fólksligum felagsskapum syngja sama sang, at hetta er okkara felags framtíð, sum stendur uppá spæl.
Og so eisini frá trúðarfelagsskapum, kirkjum og samkomum úr øllum religiónum, sum longi hava havt økumeniskar virkisbólkar í veðurlagsforum at ávirka politisku skipanina fram til at taka neyðug stig á COP15 - út frá eini felags átrúnaðarligari fatan av stóra týdninginum av umhvørvis- og veðurlagsmálum fyri okkara tilveru. ??Heilt ítøkiliga er eitt samstarv millum 12 av heimsins størstu religiónum, sum setir felags veðurlagspolitisk mál fram sum stuðul til veðurlagsráðstevnuna COP15 í Keypmannahavn.
?Guðstænasta og klokkuringing fyri veðurlagsrástevnuni?Eitt dømi um hetta, sum er nevnt omanfyri, er at 13. des. verður hildin økumenisk guðstænasta í Keypmannahavnar Dómkirkju tann 13. des. til frama fyri góðum úrslitum á veðurlagsráðstevnuni COP15 í Keypmannahavn. Til tess at stuðla hesum átaki, hava donsku biskupparnir givið øllum kirkjum í Danmark loyvi til at ringja við kirkjuklokkunum fyri veðurlagsráðstevnuni henda dag.
Kanska hevði hetta verið eitt hugskot til okkara góða biskup, Jógvan Fríðriksson, at eisini føroysku kirkjurnar kundu fingið loyvi til at ringja við kirkuklokkunum tann 13. des. fyri góðum úrslitum á veðurlagsráðstevnuni, við umhugsni fyri øllum okkum, sum búleikast í hesum heimi í dag, men serstakliga fyri øllum komandi ættarliðum.
192 lond, limirnir í UNFCC, veður-lagskommissiónini
16 lond: MEF, Major Economic Forum
2 lond, insta kjarnan: USA og Kina